Sjálvhjálparbólkar

ADHD felagið er farið í gongd við at skipa fyri sjálvhjálparbólkum fyri børnum, ungum og vaksnum við ADHD/ADD og avvarandi.

Bólkarnir eru byrjaðir og koyra í løtuni.

Kundi tú hugsa tær at vita meir ella melda teg til næstu ferð sjálvhjálparbólkar verða í heyst/vetur 2020, kanst tú skriva til okkara á [email protected]

Eitt sindur um sjálvhjálparbólkarnar.
Hvussu ofta: uml. 8 ferðir.
Staður: ADHD skrivstovuni í MEGD húsinum á Íslandsvegi 10C í Havn.
Kostnaður: 200kr
Hví? Tað hevur stóran týdning, at kunna tosa við onnur í somu støðu. Onnur sum skilja, hvussu ein hevur tað. At tosa saman um avbjóðingar, trupulleikar, kenslur og annað, og at kunna deila royndir og fáa hjálp og vegleiðing.
Hvussu: Ynskir tú at luttaka í einum bólki, kanst tú melda teg við at skriva til [email protected]
Nær: nýggir bólkar verða væntandi á heysti 2020

Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til ADHD felagið á tlf. 211428 ella skriva til okkum á [email protected] ella umvegis facebook.