ADHD-sólskynssøgur: Glasir!

Glasiligi bygningurin hóskar sera illa til næmingarnar við uppmerksemisórógvinum ADHD og ADD, sum frá fyrsta degi, hava gjørt vart við, at stóra opna umhvørvið, glasið og ljóðviðurskiftini gera tað sera torført at hugsavna seg. Tey ovbyrðast, møðast skjótt og fleiri kenna seg ótrygg.

Men hóast avbjóðandi karmar, so hoyra vit javnan um góðan trivna og at næmingar við ADHD og ADD blóma fakliga tá teir koma á Glasir. Hvussu ber hetta til?

Vit í ADHD felagnum fegnast sera nógv um at hoyra ADHD-sólskynssøgur, tí aloftast eru søgurnar um ørkymlan, stúran og manglandi fakgligheit, trivna og læring.

Men á Glasi hava tey rakt við okkurt, sum riggar!

Vit hava spurt inntil og frætta, at fyrireiking, skjót og tíðliga hjálp er fyrsti loynidómurin! – Longu á umsóknarskjalinum ber til hjá næmingunum at seta x í teigin “Ynski námsfrøðiligan stuðul” og viðmerkja sína avbjóðing s.t.d. ADHD og leggja eina læknaváttan við.

Áðrenn skúlabyrjan seta serkøn fakfólk frá sokallaðu logopediini seg ísamband við næmingin, og ein ætlan verður gjørt út frá tørvinum, sum logopediin samskipar út til aðrar fakbólkar á skúlanum.

Sostatt er grundarlagið til eina góða skúlabyrjan longu lagt áðrenn byrjan! – Tað er av alstórum týdningi, at næmingurin fær so góða, trygga og struktureraða skúlabyrjan sum gjørlig, soleiðis at orka er til fakligu avbjóðingarnar og at knýta nýggj vinarbond.

Tá næmingurin er byrjaður, hevur hann eina trygga basu í logopediini, har hann altíð kann venda sær. Eisini kunna tey í felag tillaga hjálpina soleiðis, at hann altíð fær ta bestu hjápina. Tí tað er so ymiskt, hvønn stuðul hvør einstakur tørvar og ofta er mest tørvur í byrjanini, til næmingurin hevur lært at automatisera nýggju mannagongdirnar.

Logopediin kann eitt nú hjálpa við eyka undirvísing, samrøðum, seravtalum um at halda steðgir, geva longda próvtøkutíð uttan tað ávirkar prógvið og eisini kann næmingurin trekkja seg frá stóra bygninginum yvir í gamla handilsskúlan, har logopediin heldur til.

At kunna fáa steðgir frá tí sosiala, frá larminum og tí at “verða á” allatíð, er generelt sera týdningarmikið fyri fólk við ADHD og ADD. Teirra sansir eru víðopnir og tey megna ikki at solda í inntrykkunum, sum onnur gera, tí verða fólk við ADHD/ADD ovbyrjaði, møðast og megna ikki at hugsavna seg.
Tí er hetta “frískjólið” eitt av týdningarmiklastu amboðunum í ADHD-amboðskassanum. Hóast avbjóðandi glasumhvørvið, so hevur leiðslan og fakligheitin á Glasi funnið eina vælvirkandi loysn fyri næmingar við avbjóðingum.

Hettar er ein sonn sólsøga og senda vit starvsfólkunum og leiðsluni á Glasi eina stóra innarliga tøkk.

At enda vilja vit heita á øll, sum ikki hava sett kross í umsøknina ella ikki hava gjørt skúlan varugan við sínar avbjóðingar, um at seta seg í samband við logopediina sum skjótast – Eisini um tú ert komin ávegis í lestrinum! – Eitt nú, kann tað at fáa longda tíð til próvtøkuna gerast tann avgerandi karaktermunurin, ið krevst at koma á tína dreymaútbúgving!

ADHD-felagið ynskir at varpa ljós á ADHD-sólskynssøgur, tí tær kunna geva øðrum íblástur og sparring til at fremja átøk, ið betra um hjá fólkum við avbjóðingum. Veist tú onkra góða sólskynssøgu gev okkum eitt prei í einum boðum ella send ein teldupost til [email protected] ella ring 211428.