ADHDtilvit 2020

ADHD Awareness month er afturvendandi altjóða tiltak, har ljós verður varpað á ADHD.

Hvørt ár í oktober seta feløg, stovnar, einstaklingar o.o. sjóneykuna á neuropsykiatrisku diagnosuna ADHD við m.a. at varpa ljós á almennt, framleiða nýtt tilfar, finna nýggja vitan, skapa sambond og netverk.

Vit heittu á Málstovuna um at finna hóskandi gott heiti í staðin fyri enska awarenes. Frá teimum fingu vit snøgga orðið tilvit. Vit hava gjørt eitt búmerki, sum sipar til altjóða tiltakið. Vit fegnast um, at tiltakið er latið í ein fínan føroyskan búna á einum nýggjum búmerki, og vit vóna, at fólk fara at taka væl ímóti okkara herferð.

Vit hava arbeitt við tiltakinum síðan í fjør, tá forkvinnan var boðin til endatiltakið hjá íslendska ADHD felagnum. Ynski er at skapa eina rætta mynd av lívinum við ADHD, og tí fara tit komandi mánaðin at hoyra fleiri ADHD søgur, fakfólk, ið umrøða ymisk evnir, avlíving av ymsum leysasøgum (mytum). Mánaðurin endar við, at vit fara at kjósa ársins viðurkenning.

Ársins viðurkenning.
Felagið setur punktum fyri ADHD mánaðin við at heiðra einum fólki ella stovni, ið hevur gjørt ella ger okkurt serligt fyri fólk við ADHD ella fyri ADHD sum heild.
Vit heita á fólk um at senda okkum uppskot við einari grundgeving til [email protected]

Vit fara í alt at framleiða 5 poddvørp. Higartil eru hesi útkomin:

album-art

Framleitt av ADHDfelagnum í oktober 2020