20.januar 2021: ADHD felagið skipar fyri sjálvhjálparbólkum og tú kanst tekna til nú.
Vit ynskja at byrja bólkarnir, so skjótt teir eru fult teknaðir. – Teir fyrstu byrja mánaðarskifti 1. feb 2021.
Bólkarnir vera fyri :
- kvinnur byrjar mánadagin 1.februar kl. 17-19. Kostnaður 200kr
- menn byrjar mikudagin 3.februar kl. 17-19. Kostnaður 200kr
- foreldur at børnum byrjar í februar og vera 2.-3. hvørt mánakvøld kl. 19.15-21.15. Kostnaður 200kr
- foreldur at ungum, koyrir og er fultteknaður. Kostnaður 200kr
- børn uml. 9 – 14 ár – byrjar eftir páskar. Ókeypis
- ung uml. 15-17 – byrjar eftir páskar. Ókeypis
- Makum byrja 8. februar og verða 2.-3. hvørt mánakvøld kl. 19.15-21.15. Kostnaður 200kr
(broytingar kunna koma fyri)
Treytin fyri luttøku er, at tú hevur staðfest ADHD ella ADD og at tú ert limur í ADHD felagnum.
Melda teg sum lim her, tað kostar einans 200kr um árið.
Kundi tú hugsa tær at vita meir ella melda teg til, kanst tú skriva til okkara á [email protected], og upplýsa aldur
Eitt sindur um sjálvhjálparbólkarnar.
Hvussu ofta: uml. 8 ferðir.
Kostnaður: 200kr (Børn og ung luttaka ókeypis)
Hví? Tað hevur stóran týdning, at kunna tosa við onnur í somu støðu. Onnur sum skilja, hvussu ein hevur tað.At tosa saman um avbjóðingar, trupulleikar, kenslur og annað, og at kunna deila royndir og fáa hjálp og vegleiðing.
Hvussu: Ynskir tú at luttaka í einum bólki, kanst tú melda teg við at skriva til [email protected]
Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til ADHD felagið á tlf. 211428 ella skriva til okkum á [email protected] ella umvegis Facebook.
