ADHDpoddvarp – ADHD-felagið %


album-art

Framleitt av ADHDfelagnum í oktober 2020

ADHD felagið framleiðir 5 ADHDpoddvørp í samband við ADHDtilvit 2020

ADHD Awareness month, ella ADHDtilvit sum vit kalla mánaðin, er afturvendandi altjóða tiltak, har feløg, stovnar, einstaklingar o.o varpa ljós á neuropsykiatrisku diagnosina ADHD á ymsan hátt, finna nýggja vitan, framleiða tilfar, skapa sambond og netverk.

ADHDfelagið vil skapa eina rætta mynd av lívinum við ADHD, og tí fara tit komandi mánaðin at hoyra fleiri ADHD lívssøgur, fakfólk umrøða ymisk evnir, avlíving av ymsum mýtum og rangmyndum. Mánaðurin endar við at vit fara at geva ársins viðurkenning.

Poddvørpini, ið eru útgivin higartil eru:

 

Erhard Joensen, løgtingslimur greiðir so hegnisliga frá, hvussu tað er at fáa staðfest ADHD í 50’unum.

 

 

 

 

 

 

 

 

Maybritt við Strond greiðir frá, hvørja hjálp næmingar við ADHD/ADD kunna fáa, um próvtøkur o.a.

Orðblindni og ADHD er innanfyri sama neurologiska spektrumi.
Maybritt er logopedur á Glasir, og hevur í nógv ár arbeitt m.a. við at upplýsa og gera umstøðurnar og tøkniligu amboðini betri.
Úrslitið er, at færri gevast og fleiri fáa rættiliga góð prógv.

Leinkjur Maybritt sipar til eru hesar:

“Hjælpemiddelbasen” hjá Digitalstyrelsen

Logopediin á Glasir

 

 

Tórmóður Stórá,  yvirlækni  og leiðari á psykiatriska deplinum greiðir í hesum poddvarpinum um heiligvág, um týdningin, virknaðin og annað.

 

 

 

 

 

 

 

 

Tórmóður Stórá,  yvirlækni  og leiðari á psykiatriska deplinum greiðir í hesum poddvarpinum m.a. um munin millum ADHD og ADD, um diagnosuna hjá børnum, og hvussu umráðandi og hví tað er umráðandi at staðfesta og viðgera tíðliga.

 

 

 

 

Poddvarp: Karolina & Bjørg: Foreldur

 

 

Karolina Láberg og Bjørg Dam eru mammur at børnum við ADHD. Tær práta m.a. um, hvussu útgreiningin fór fram, og hvussu diagnosan hevur hjálpt børnunum og familjuni.