Sjálvhjálparbólkar til ung við ADHD/ADD byrjar 7.apríl
Bólkaleiðari verður Maybritt við Strond, DAT viðgerði og logoped. Melda til við at senda teldupost við navn, aldur og telefonnummar til [email protected] Bólkarnir eru í Havn mikudagar frá kl. 17-19.
Árligi aðalfundurin verður 20.mars 2021 í MEGD
Umframt skránna, ið verður sambært viðtøkum felagsins, fara vit at varpa ljós evnið ADHD og misnýtsla. Hevur tú ADHD/ADD ert tú í nógv størri vanda fyri at fáa einhvørja misnýtslu. Norðurlendsk hagtøl vísa, at 3.hvør rúsevnismisnýtari og 5.hvør alkoholikari hevur ADHD/ADD. Hettar ofta ein háttur at sjálvmedisinera eitt óviðgjørt ADHD. Vit vita, at tíðliga hjálp …. Continue Reading
Førleikamenning innan fólkaskúlan
Í Skúlablaðnum ger forkvinnan, Bjørg Dan vart við týdningin, at serundirvísing eigur at verða kravdur partur av læraraútbúgvingini, og valfak til teirra, ið ynskja at leggja seg eftir serundirvísing í eitt nú í serflokkum. Eftirútbúgving og leypandi førleikamenning er eisini sera týdningarmikið, nú vit eru í einum paradigmuskifti, hvat ADHD viðvíkir… http://www.skulabladid.fo/ta%C3%B0-munar-at-varpa-lj%C3%B3s-%C3%A1-adhd
ADHD viðgerð fyribyrgir rúsevnismisnýtslu!
Tað hevur sera stóran týdning, at okkara ungu fáa røttu viðgerðina og hjálpina, so tey m.a. læra at megna at standa ímóti náðileysa rúsinum og gramma seljaranum. Norðurlendsk hagtøl vísa, at umleið 3. hvør rúsevnismisnýtari og 5. hvør rúsdrekkamisnýtari hevur ADHD! Tað er dýrabar vitan í stríðnum at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu, og fyri at fáa eina …. Continue Reading
Um ADHDfelagið
ADHD-felagið var av fyrstan tíð stovnað í 1995 sum MBD/Damp-felagið. Eftir at hava ligið stilt í nøkur ár, varð felagið endurstovnað í 2009, og tá fekk tað navnið ADHD-felagið.Felagið hevur sum høvuðsmál at varpa ljós á ADHD og ADD, og vit vilja virka til frama fyri fólk við ADHD og ADD og fyri teirra avvarðandi. …. Continue Reading
Ársfrágreiðing 2020 frá ADHD felagnum.
Hetta seinasta árið eru vit blivin nógv meira tilvitað um ADHD! Nú árið 2020 er av, fara vit at taka samanum og seta sloyfu á eitt ár, har virksemi felagsins, sum vera mann, hevur verið nógv tarnað av korunu. Hóast tað, so hevur nógv virksemi verið í felagnum. Vit hava m.a. fyri fyrstu ferð havt …. Continue Reading
Sjálvhjálparbólkar
ADHD felagið skipar fyri sjálvhjálparbólkum og tú kanst tekna til nú. TEKNA TIL VIÐ AT SENDA teldupost til [email protected] – skriva navn, aldur og telefonnr. Bólkarnir eru : børn uml. 9 – 14 ár – Byrjar eftir páskir. Ókeypis. Faklærdur bólkaleiðari ung uml. 14-22 – Byrjar 7.apríl 2021. Ókeypis. Faklærdur bólkaleiðari kvinnur verða mánadagar kl. …. Continue Reading
ADHD: Øll skula sleppa í viðgerð nú!
Vit eru í líknandi paradigmuskfti nú við ADHD, sum tá CTD var funnið. Tá orsøkin til fleiri deyðsføll kundi forklárast við ókendu sjúkuni CDT, har tey sjúku manglaðu karnitin, tá broyttist mannagongdir, hugburður, diagonoserings- og viðgerðarháttir innan heilsuverkið næstan eftir einum degi. Politikarnir avgjørdi tá, at nýgga vitanin og viðgerðin kundi bjargað lívum, og tí …. Continue Reading
Bíðitíðin er ótolandi
Tíverri er bíðitíðin til útgreinan bæði hjá børnum og vaksnum longd seinasta árið. Støðan er ótolandi og nógv fólk ringja til okkara fyri at fáa kæra sína neyð. Málið at fáa bíðilistarnar niður, er eitt av høvuðsraðfestingini hjá felagnum. Hóast fleiri verða úgreinaði, so koma met nógv nýggj til. Orsøkin er, at vit eru í …. Continue Reading
Julia fekk fyrstu ADHD-viðurkenningina 2020
Í dag handaðu vit Juliu Feilberg Zachariasen‚ sjúkrarøktarfrøðingi á ADHD toyminum á psykiatriska deplinum, fyrstu ADHD viðurkenningina. Tað eru so nógv góð og dugnalig fólk‚ ið brenna fyri og gera eitt ótrúðliga gott og lívsvigtugt arbeiði fyri ADHD í Føroyum. Fyri at vísa okkara takksemi, sum avvarandi og havandi ADHD, vilja vit heiðra einum persóni, …. Continue Reading