Kategori: Uncategorized

ADHD-sólskynssøgur: Glasir!

0 commentsUncategorizedadhd-sólskynssøgaadhdfelagadhdføroyarglasir

Glasiligi bygningurin hóskar sera illa til næmingarnar við uppmerksemisórógvinum ADHD og ADD, sum frá fyrsta degi, hava gjørt vart við, at stóra opna umhvørvið, glasið og ljóðviðurskiftini gera tað sera torført at hugsavna seg. Tey ovbyrðast, møðast skjótt og fleiri kenna seg ótrygg. Men hóast avbjóðandi karmar, so hoyra vit javnan um góðan trivna og ….  Continue Reading

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

0 commentsUncategorized

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni ….  Continue Reading

Nýggj og størri nevnd í ADHD-felagnum 💙

0 commentsUncategorized

Seta andlit á ADHD og ADD í 20\21 Leygardagin 23. mei hevði ADHD-felagið ársaðalfund í MEGD-húsinum á Íslandsvegnum. Stóra tilgongdin í limaskaranum sást aftur, tí nógv fólk varð møtt, tað var so at siga fult hús! Ótrúliga deiligt at síggja! ÁrsfrágreiðingÁ fundinum helt forkvinnan, Bjørg Dam formannsrøðu um eitt sera aktivt og spennandi ár, har ….  Continue Reading

Aðalfundur verður 23.mai 2020

0 commentsUncategorizedAdhd felag aðalfundur

Aðalfundurin hjá ADHD-felagnum verður 23.mai kl. 15-17 í Megd-húsinum, Íslandsvegur 10C. Umframt skránna, ið verður sambært viðtøkum felagsins, fara vit at varpa ljós á støðuna hjá tannáringum og ungum við ADHD. Vit vita, at nógv færri gentur fáa staðfest ADHD/ADD, hóast hagfrøðiliga eiga at verða javnari býtt millum kynini. Og vit vita, at tær sum ….  Continue Reading

Spennandi skrá: ADHD Rundferð í Eysturoy

0 commentsUncategorized

Kl.19 hóskvøldið bjóðar Heðin Zachariasen borgarstjóri í Sunda kommunu vælkomin til ADHD Rundferðina, ið hesaferð verður í Eydnuni á Oyrarbakka. Tað verða Tormóður Stórá Psykiatari á Psykiatriska Deplinum og Rókur av Fløtum Jespersen psykologur á Barnapsykiatriini, ið eru av fremstu fakfólkum innan økið, sum fara at greiða frá ávikavist um vaksin og børn við ADHD. ….  Continue Reading

Ársfrágreiðing 2019 frá forkvinnuni í ADHD felagnum.

0 commentsUncategorized

Nú dagarnir í árinum fækkast vil eg taka samanum og seta sloyfu á eitt sera hendingaríkt og jaligt ár. Nógv fet á røttu leiðini eru tikin fyri ADHD bæði viðvíkjandi útgreining, viðgerð, upplýsing og viðurkenning. Innkallað varð til aðalfundar ein sera vakran várdag 4.mai í MEGD húsinum á Íslandsvegi í Havn. Tveir nýggir limir skuldi ….  Continue Reading

ADHD-felagið fingið góðar karmar at virka í!

0 commentsUncategorizedadhd-felagadhdfelagskrivstova

Í dag fekk forkvinnan í ADHD felagnum Bjørg Dam handaðar lyklarnar frá Tóru við Keldu forkvinnu í MEGD til stóru skrivstovu- og fundarhølini í niðaru hæddini í MEGD húsinum á Íslandsvegnum 10C. – Eitt gott, rúmligt og ljóst høli vit koma at deila við Alzheimers-felaginum. – At ADHD-felagið fær egin hølir gevur okkum møguleika m.a. ….  Continue Reading