Vit hava ein dreym um at taka eina stóra felagsmynd við 100 kvinnum, dreingjum, gentum, monnum, abbum og ommum við ADHD ella ADD.

Myndin skal verða við til at seta andlit á ADHD og ADD!

Hví eina felagsmynd? – Sera nógv við ADHD ella ADD kenna seg ikki aftur í ráðandi ímyndini av einum persóni við ADHD/ADD, sum oftast er av einum drongi, ið hongur í gardinunum!

Men hesin drongurin vaksur og verður ungur, vaksin og gamal; hann nýtist ikki at hava stórt H, kanska hevur hann einki H og situr heilt pinnastillur aftast í flokkinum og sigur sjáldan nakað. Sannlíkindini fyri at drongurin er ein genta, eru eini 45%!

Hendan ímyndin skal broytast fyri at gera tað lættari at siga frá og hava ADHD og ADD í Føroyum, tí tað hevur stóran týdning at kunna siga frá í skúlanum, arbeiðsplássinum, á frítíðarítivinum ella á ellisheiminum, um einum tørvar hjálp, steðgir, greiðar mannagongdir og aðrar tillagingar.

Tí vilja vit vísa føroyingum, at ADHD og ADD hevur nógv andlit.

Vilt tú verða við, kanst tú senda ein teldupost til [email protected] og skriva navn, eftirnavn, aldur og tín teldupost.

Myndin verður tikin í oktober, tá tað er ADHD awareness month!