“Um orðið viðurkenning sigur Sprotin: viðurkenning, góðkenning, játtan, váttan; yde en a. veita viðurkenning, virða, fagna”

Hesi 10 mál vórðu orðaði í 2019, fyri at vit kunnu røkka aðalmálinum í viðtøkunum.

1. Viðurkenning

Fyri at røkka aðalmálinum eigur felagið at arbeiða við, at ADHD verður viðurkent í breiðastu skilmarking. Um orðið viðurkenning sigur Sprotin: viðurkenning, góðkenning, játtan, váttan; yde en a. veita viðurkenning, virða, fagna.

Eisini skal ADHD viðurkennast, sum eitt nevropsykiatriskt brek. Hetta hjá tí sum hevur ADHD, hjá foreldrum, ommum & abbum, familju, fakfólki, námsfrøðingum, lærarum, sosialráðgevarum, læknum, sjúkrasystrum og vanliga føroyinginum. Tí einans við viðurkenning av ADHD slepst undan fordómum og tí ein ágangur á foreldur og fólk við ADHD. Einans við viðurkenning og fakligari vitan, ber til at skapa rættar karmar og fortreytir, ið tryggja at fólk við ADHD, fáa eitt gott og javnsett lív við øll onnur.

*Persónar við ADHD uppliva ymiskt hvussu teirra ADHD avmarkar/ávirkar tey, og tí er tað ymiskt hvussu tey vilja, at teirra ADHD skal tiltalast/ítalusetast. T.d. kann tað verða menningarórógv/sjúka/brek/mangul/lívstreyt/lívsstøða.

2. Avtabusering og avstigmatisering

Avtabusering og avstigmatisering av ADHD skal til fyri at fáa viðurkenning. Umleið 5%-7% av øllum børnunum í Føroyum og 2,5% av øllum vaksnum hava ADHD sambært tølum hjá WHO. Við upplýsing og við at seta andlit á ADHD, hetta við at vísa á góðar og jaligar lívssøgur, kunnu vit vísa at við røttu viðgerðini ber til at fáa eitt gott lív, mált uppá lívsgóðsku, inntøku og heilsu.

3. Kompetansulyft av fakfólki

Kompetansulyft av fakfólki, ið eru um fólk við ADHD, er alneyðug fyri at skapa røttu karmar og relatiónir. Talan er um serlærarar, námsfrøðingar, sosilráðgevarar, kommunulæknar, heilsusjúkrasystrar o.s.fr.

4. Gjøgnumskygni við staðfesting av ADHD

Vit skulu lýsa mannagongdirnar fyri, hvussu skipanin er og arbeiðir, tá illgruni er til ADHD og tá persónar skulu útgreinast. Á heimasíðuni skulu vit hava eitt punkt, ið eitur nakað soleiðis: “heldur tú, at tú ella ein av tínum nærmastu hevur ADHD” so kanst tú gera soleiðis…. – Við hesum, hjálpa vit fólkum, at navigera í torskildu skipanunum og fáa hjálp skjótari.

5. Útbúgving

Á fólkaskúlaøkinum virka vit fyri, at allir skúlar við 200 næmingum og meir hava eitt serskúlastovutilboð líknandi tað í Skúlanum í Hoyvík. Nám X og miðnámsskúlarnir skulu hava serlig ADHD serútbúgvin fakfólk í toyminum, umframt karmar, ið tryggja trivnað og gott læriumhvørvi. Somuleiðis skal bera til at tillaga lesiætlanir fyri at tryggja at næmingar við ADHD fáa møguleikan at gjøgnumføra útbúgvingina og fáa prógv. Hetta gerst bert við øktari játtan og fleiri tímum.

6. Viðgerð

Allar kanningar vísa, at besta viðgerðin er medisinsk saman við psykoedukatión (m.a. læra um heilan, eksekutivu funktióninar og hvussu ADHD/ADD ávirkar) og námsfrøðiligari viðgerð, harav foreldraráðgeving. Í dag fáa flest øll bjóðað medisinska viðgerð, men onga ella lítla teraputiska viðgerð.
Vit skulu arbeiða fyri, at øll fáa sálarfrøðiliga og námsfrøðiliga viðgerð.

7. Samfelagslig raðfesting

Paradigmuskifti krevur sterkt felag og viðurkenning í politisku skipanini og tí arbeiða vit við, at fáa felagið á fíggjarlógina. (Í 2022 fingu vit 250.000kr á fíggjarlógini, í 2024 er hettar hækkað til 350.000kr).

8. Skjót viðgerð

Bíðitíðin til útgreinan hjá børnum sigst at verða burtur. Vit seta tó spurningartekin við hettar, tí tað kann væntast at fløskuhálsar og forðingar eru í skipanini aðrastaðir, sum ger, at børn við ADHD ikki verða ávíst til útgreinan. Hjá vaksnum hoyra vit, at bíðitíðin er upp til 3 ár, sum er alt alt ov long, og tí muga vit arbeiða fyri, at tíðin verður munandi stytt.

9. Tíðliga innsatsur

Jú fyrr ein fær viðgerð, tess meir økist lívsgóðskan nú og í longdini. Samfelagsliga og fíggjarliga er tað nógv betri, lættari og kostnaðarminni at seta inn í barnaárunum, og harvið tryggja bestu fortreytir fyri einum góðum arbeiðslívi. Tíverri sigur hagfrøðin, at óviðgjørd menniskju við ADHD fáa munandi oftari fylgisjúkur so sum tunglyndi og angist, tey koma oftari í misnýtslu, kriminalitet, út fyri vanlukkum, blíva tíðliga foreldur og hava lága inntøku. – Við at seta tíðliga inn koma menniskju við ADHD at kasta tað sama í samfelagið sum onnur.

10. Sjálvhjálp og ráðgeving

Felagið skal seta sjálvhjálparbólkar á stovn og hava sosialráðgeva og psykolog atknýttan til at ráðgeva familjum og einstaklinum við ADHD. (Í 2020 fingu vit stuðul frá Betri og MEGD til at verkætlan Sjálvhjálparbólkar, og hava síðan bjóðað okkara limum bólkar. Vegleiðingin kom í 2022, eisini ísamband við stuðul frá Betri og MEGD. TAKK <3.