Í gjár var árliga kekkhandanin hjá Team Rynkeby, og hesuferð var ADHD felagið við á fyrsta sinni at fáa stuðul. Umframt ADHD felagið fingu Krabbameinsfelagið, Sinnisbati, Hjarta barnið, Berin og Autismufelagið eisini stuðul.
Cystisk fibrosufelagið tók móti kekkingum vegna allar felagsskapirnar, sum hesuferð fingu stuðul frá Team Rynkeby.
Hetta gevur felagnum møguleika, at arbeiða víðari við okkara ynskum um broytingar í samfelagnum til tess at betra um gerandisdagin og framtíðarvánirnar hjá nógvum børnum og vaksnum við ADHD/ADD.
Vit eru sera takksom, eyðmjúk og errin um stuðulin ADHD felagið hevur fingið.