Vit vilja savna statistikkir, sum á ymsan hátt lýsir ADHD støðuna í Føroyum ella alheims. Send okkum fegin prei, um tú veist onkran statistikk, vit áttu at haft við.

Neuroscience an Bibehavioral Reviews (2021)
Fyrst í 00’unum varð stór altjóða yvirlýsing, ein sokallað “Consensus Statement” gjørd, ið hevði til endamáls at skapa altjóða semju um ADHD diagnosuna.

Í 2021 varð yvirlýsingin dagførd, við nýggjastu granskinini. Yvirlýsingin byggir á 208 vísindaligar granskingar úr allari verðini.
Í yvirlýsingini fáast hagtøl, søgulig baksýni, orsøkir og svar uppá næstan allar spurningar.
– Greinin er tí sera áhugaverd hjá teimum, ið ynskja evidens-grundað fakta!