Vit eru ómetaliga takksom og eyðmjúk, um at tú ynskir at stuðla arbeiðinum hjá ADHD felagnum.

Allur stuðul til felagið er kærkomin, so vit kunnu hjálpa flest møguligum børnum, ungum, vaksnum við ADHD/ADD og teirra avvarandi.

Tá ið vit fáa minnisgávur í samband við eina jarðarferð, verður takkarbræv sent til avvarðandi. Í brævinum stendur m.a. samlaða upphæddin, sum kom inn og nøvnini á øllum teimum, ið lótu eina minnisgávu.

Í Hesum sambandi er umráðandi at tit sum avvarðandi upplýsa teldubúðstað ella bústað, sum takkarbrævið skal sendast til. Antin við at senda eini boð til adhd@adhd.fo ella á tlf. 211428.

Umráðandi er at minnast til at viðmerkja navnið á viðkomandi, ið fer til gravar.

Minnisgávan verður at flyta á konto í Betri banka* kontonr. 9181 4440120

*Orsøkin til at vit bert hava konto í einum banka er, at vaksandi umsitingin vegna reglur um hvítvasking og høgur kostnaður av at hava konto í fleiri bankum.