Maiken er okkara samskipari

Nú okkara felag er voksið til at verða eitt av størstu felagnum í landinum við nærum 700 limum, hevur nevndin valt at seta ein samskipara.

Nevndin hevur sett Maiken á Mýrini í starv sum samskipari hjá ADHD felagnum nakrar tímar um vikuna. 

Maiken hevur sitið í nevndini í ADHD felagnum í 5 ár og var Maiken við til at seta sjálvhjálparbólkarnar á stovn.

Seinastu árini hevur Maiken starvast í nógv ár hjá Bústaðir, umframt í ognarmeklarafyritøkuni Skyn og sum advokatskrivari hjá Advokatskrivstovuni.

Uppgávurnar sum samskipari í felagnum fevna eitt nú um

  • at samskipa mánaðarligu nevndarfundirnar og allar aðrar fundir
  • skriva fundarfrásøgnir
  • skipa fyri limakafe og øðrum tiltøkum saman við nevndini
  • umsita og samskipa sjálvhjálparbólkarnar við limirnar og bólkaleiðararnar
  • gera tilfar til heimasíðuna og sosialu miðlarnar saman við nevndini
  • umsita roknskapin hjá felagnum
  • umsita fyrispurningar, sum koma inn til felagið
  • og – ikki minst – og skapa struktur í okkara arbeiði.

Harumframt er ein tann mest týdningarmikla uppgávan hjá Maiken at verða okkara toghaldari og at halda okkum í oyrunum, tá vit hava lyndi til at gloyma onkrar avtalur, og at møta upp til fundir o.a. og tá vit taka feil av klokkutíðini og hvar vit skulu møta. Hetta krevur stórt tolsemi, tí tað er absolut ikki ein løtt uppgáva í ADHD felagnum!

Maiken arbeiðir í tøttum samstarvi við forkvinnuna, ADHD vegleiðingina og nevndarlimirnar, sum eisini hava ábyrgdarøkir at røkja.