Bræv til foreldur í skúlanum – dømi 1

Ein mamma at drongi við ADHD hevur deilt sítt bræv, sum hon skrivaði til foreldrini í skúlanum. Vit hava kallað drongin fyri X og gjørt brævið dulnevnt. Tú ert vælkomin at kopiera tekstin og gera títt egna bræv. Tað kann til dømis deilast á telduposti við allan foreldrabólkin ella í facebookbólkinum hjá flokkinum.
Brævið kemur her:

Tað er ikki lætt at skriva hetta brævið, tí tað er altíð so kensluborið, tá tað snýr seg um sítt egna barn.

Vit vilja fortelja eitt sindur um okkara son X, og sjálvandi uttan at hann fær eitt stempul á pannuna.

Í staðinfyri vóna vit, at tit foreldur og tykkara børn lættari at skilja, hvussu hann er sum persónur, og hvussu hansara reaktiónir kunnu verða til tíðir, og hvussu tað tá er snildast at reagera.

Vit hava havt ein illgruna í langa tíð, at okkurt var øðrvísi við X.

Eftir eina langa bíðitíð, so hava vit móttikið eina afturmelding frá systeminum, har tað er staðfest, at X hevur diagnosuna ADHD.

Tit hava sikkurt hoyrt um ADHD og kenna kanska onkran, sum hevur hesa diagnosu.

Tað er ymiskt, hvussu ADHD slær út hjá børnum. Eg skal royna at lýsa, hvussu tað er hjá X.

X hevur tað truplari enn tey flestu børn við:

  • at hugsavna seg (Heilin útvegar ikki tey neyðugu snignalstoffer, ið ein hevur tørv á)
  • uppmerksemi (Hann verður lætt avleiddur av larmi, ljóði og nógvum rundan um hann)
  • rættvískensluni (Hevur okkurt verið órættvíst, í hansara hugaheimi, so hevur hann ringt við at sleppa av við ta kensluna)
  • strukturi (Hann trívist best, harn tað eru greiðir reglar og strukturerað, og at øll fylgja reglunum. Hevur ringt við broytingum)
  • ósemjum “konfliktum” (Hann klárar ikki altíð at steðga á og hugsa seg um, hvat hendi har, og reaktiónin kemur ov skjótt, har hann kann gerast illur)
  • broyttum avtalum (Hevur ringt við at ein avtalað kann broytast.)

X megnar tó væl:

  • at vera sosialur saman við børnum (Fer til veitslur, við á túrar og annað. Hann er tó móður aftaná. Í dag dugir hann betri at trekkja seg, um tað blívur ov nógv fyri hann)
  • Spøl ið krevja hugsavnan, um hann hevur áhuga á tí (Til dømis talv og onnur brettspøl)
  • at hava kenslur fyri øðrum “empati” (Hann er sera umhugsin og hevur empati fyri bæði fólki og djórum)
  • at vera erligur/framligur (Hann kann tosar nógv, og við ein og hvønn, hann er ikki smæðin)

Heima kenna vit nú betur hansara mørk, og av tí sama so unnganga vit nakrar av teimum  avbjóðingunum, sum ein við ADHD hevur. Tá hann følir seg tryggan og tað er strukturerað, tá er hann sum flest onnur børn.

Vit hava havt eitt gott samstarv við skúlan, síðan X fór í 1 fl.

Tað er gjørt ymiskt í skúlanum, sum ger, at X ikki órógvast so lætt, og soleiðis at hann fær so nógv burtur úr undirvísingini sum gjørligt.

X hevur havt lærarar, sum virkuliga hava gjørt sítt til, at hetta skal eydnast.

X er annars sum flest børn. Hann er sosialur, hann hevur sínar vinir, og hann elskar at spæla við tey.

Tá hann vitjar heima hjá tykkum, so skulu tit fara við honum, eins og tit hava gjørt higartil. Vit hava ikki hoyrt um nakrar avbjóðingar, og um so er, so mugu tit siga okkum frá.

X bleiv glaður, tá hann fekk at vita, at hann hevði ADHD. Tí hetta var svarið uppá allar hansara spurningar, so sum, “mamma, hví blívi eg so lætt illur”, “mamma, hví havi eg so ringt við at sita stillur og lesa”, og so framvegis.

Nú veit hann, og vit, at tað er ein orsøk til tað heila, og sjálvt um vit og skúlin hava hjálpt honum við so nógvum, so eru nógv fleiri amboð til, ið kunnu hjálpa honum í skúlanum. Hetta skulu vit nú seta okkum inn í, saman við Sernám og skúlanum.

X vil so gjarna fortelja sínum flokki um hetta, tí skrivi eg eisini her, soleiðis at tit kunnu lofta tykkara børnum, um tey koma heim og seta spurningar.

Tey fara ivaleyst at spyrja X um nógv, og hann fer neyvan at kunna svara uppá alt, so um tit sita við spurningum, so eru tit altíð vælkomin at spyrja.

Vh

mamma X

Sonurin bleiv glaður, tá hann fekk at vita, at hann hevði ADHD. Tí hetta var svarið uppá allar hansara spurningar, so sum “mamma, hví blívi eg so lætt illur?” ella “mamma, hví havi eg so ringt við at sita stillur og lesa?”