Nú fara vit undir 3. árið á rað við ADHD limakaféum, sum eru hvønn 1. sunnudag í mánaðinum, undantikið í august og januar.Í fjør høvdu vit eini 8 limakaféir, ið vórðu væl vitjaðar, har nógv spennandi fólk søgdu frá einum evni ella síni søgu.

Vit ynskja at gera eitt forum, har limir kunna møtast sosialt, byggja netverk og fáa vitan um aktuel evnir.

At tað er 1. sunnudag er tí, tað skal verða lætt at minnast og vónandi kunna familjur gera sær tann vana, at fara á ADHD kafé 1. sunnudag í mánaðinum.

Ætlanin er, at hava ymisk aktuel evnir á skrá í ein lítlan tíma ella so hvørja ferð, har t.d. eitt fakfólk og ein limur greiða frá. Vit leggja eisini stóran dent á, at hettar er eitt forum, at hugni og tað at møta hvørjum og koma hvørjum øðrum við, hevur stóran týdning. Nakað undan limakaféina leggja vit skránna út á heimasíðu og sosialu miðlarnar.

Hvør kann koma? : Allir limir ella tey, ið ynskja at gerast limir eru vælkomin – sjálvandi ber til at melda seg sum lim á staðnum (limagjald er 200kr árliga).

Limakaféirnar í 2024 verða 1.sunnudag í mánadegnum kl.15 hesar dagar:
Vegna at vit nú eru fleiri enn 600 limir og góða undirtøku á limakaféunum, arbeiða vit við at finna størri hølir.

  • 4.feb Limakafe í Megd
  • 3.mars aðalfundur í Perluni
  • 7.apríl Limakafé í Megd
  • 5.mai Limakafe í Megd
  • 2.juni Limakafé í Megd
  • 7.juli Limakafe í Megd
  • 1.sept Limakafe í Megd
  • 6.okt Limakafe í Megd
  • 3.nov Limakafe í Megd
  • 1. des Limakafe í Megd

Tiltøkini eru oftast í MEGD-húsinum, Íslandsvegur 10C, Tórshavn.
(Til ber eisini at fara inn eftir Jøkulsstrætið, beint yvirav Grønlendingahúsinum).