Sunnudagin 2.februar kl.15 er ársins fyrsta ADHDlimakafé í MEGD. Fleiri enn 200 fólk hava fingið staðfest ADHD/ADD seinastu mánaðirnir úti á LS. Tí fara vit at hava opið hús fyri nýggjum og gomlum limum í morgin í MEGD.
Kenna tit onkran, ið hevur fingið staðfest ADHD/ADD bjóðið endiliga viðkomandi at koma við.
Nýggir og gamlir limir eru hjartaliga vælkomnir.Vit gleðast um, at limatalið vaksur alsamt.
Nú eru vit fleiri enn 740 gjaldandi limir og eru helst føroya stórsta “sjúklingafelag”.Saman standa vit sterkari