Væleydnað limakafé um ADHD hjá børnum

Ígjár var limakafé hjá ADHD-felagnum, har evnið var ADHD hjá børnum. Eini 35-40 fólk møttu til limakaféina, sum var í MEGD húsinum seinnapartin í gjár.

-Dóttirin við ADHD sleppur at sita og brodera í tímanum, tí tað gevur henni ró til at fokusera, fortaldi Birita á limakafé’ini í gjár.

Har vóru bæði nýggj og kend andlit, og vit fingu fleiri nýggjar limir. Tað gleðast vit um, tí okkara felag hevur nú langt yvir 600 limir. Og jú fleiri vit eru, jú meira fáa vit gjørt.

Birita og Poula løgdu fram um ADHD hjá børnum. Tað bleiv tosað um positivt samskifti, tí børn við ADHD eru so von at fáa skeld frá vaksnum, at vit foreldur kunnu gera stóran mun við at rósa og byggja tey upp. Og tað hevur stóran týdning ikki at samanbera við onnur børn í sama aldri, tí børn við ADHD eru øðrvísi og mennast ofta øðrvísi.

-Tað er okay at lata títt títt 10-ára gamla barn í sokkar, um tað ikki megnar tað sjálvt, fortaldi Poula.

Birita hevði gjørt ein faldara, sum bleiv deildur út. Fleiri vildu gjarna ogna sær faldaran, so hann kunnu tit taka niður niðast á síðuni.

Bæði Poula og Birita vístu dømi uppá, hvussu man kann gera gerandisdagin meira struktureraðan og forútsigiligan við at brúka visuel amboð sum familjukalendara, “belønnings-skema” við klistrimerkjum og boardmaker. Okkurt av tí er eisini at finna niðast.

ADHD-felagið hevur limakafé fast fyrsta sunnudag í hvørjum mánaða. So vónandi síggjast vit aftur næstu ferð, sum verður 5.mai 2024.

Tak tilfarið niður frá limakaféini í gjár við at trýsta her:

 


Morgunrutina til antin drong ella gentu. Printa út við at finna fílina longri uppi. So skal tað laminerast, boyggjst og klistra magnet ella velcro tape á