Aðafundur í ADHDfelagnum 2026
Leygardagin 21. februar kl. 15:00 hevur ADHD felagið aðalfund. Fundurin verður hidin á Hotel Hilton. Tilmelding krevst. Ynskir tú, at luttaka á aðalfundinum so er at senda okkum ein teldupost á adhd@adhd.fo. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Skrá:kl. 15:00 Bjørg Dam, forkvinna, bjóðar vælkominKl.15:10 Framløga Moyggjabitin og Sjóhesturin – ein vegur til betri trivna …. Continue Reading
Hoyringsskriv : Barnalógin
Systematiskt eru okkara heilsuskipan við til at gera okkara børn sálarsjúk. Hettar kann als ikki góðtakast og tí skal barnalógin verða við til at verja børnini, við at seta mark fyri bíðilongd. Vit takka fyri møguleikan at verða hoyrd og ber okkara hoyringssvar brá av, at vit umboða ein bólk sum krevur psykiatriska útgreining fyri …. Continue Reading
Aðalfundur 2026
Aðafundur í ADHD felagnum 2026 Leygardagin 21. februar kl. 15:00 hevur ADHD felagið aðalfund. Nærri kunning um stað og skrá kemur seinni. Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi 8 dagar áðrenn aðalfundin. Øll eru vælkomin at stilla upp í nevndina Kundi tú hugsað tær: at vera við til at betra um …. Continue Reading
Bíðikøin til psykiatri er brot uppá mannarættindi
Røða hildin á tiltaki 22.januar, sum UMR skipaði fyri ísamband við at Føroyar skula geva frágreiðing til ST um mannarættindi. Eg vil sum forkvinna í ADHDfelagnum takka fyri møguleikan, og nýta høvið til at varpa ljós á psykiatriska heilsu sum ein mannarættindaspurning í Føroyum. Støðan hjá fólki við psykiatriskum og neuropsykiatriskum líðingum gevur álvarsliga orsøk …. Continue Reading
Hoyringsskriv til UMR um mannarættindi
Áheitan frá ADHD-felagnum í Føroyum til hoyringarfund um mannarættindi, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið skipar fyri 22. januar ADHD-felagið vil gera vart við, at støðan hjá fólki við psykiatriskum og neuropsykiatriskum líðingum í Føroyum gevur álvarsliga orsøk til stúran viðvíkjandi altjóða mannarættindaskyldum, serliga rættinum til heilsu, javnrætt og ikki-diskriminatión, og hetta eigur týðiliga at koma fram …. Continue Reading





