Okkara nevnd: Pætur

Eg eiti Pætur Nattestad Petersen og eri 33 ár. Eg starvist hjá Almannaverkinum og í Blákrossheiminum.

Hví ert tú í nevndini í ADHD-felagnum?

Eg havi sjálvur ADHD og eri í nevndini í ADHD felagnum, tí eg ynski at varpa ljós á, hvat ADHD er.

-Eg vil arbeiða fyri, at tað ikki skal verða tabu at seta orð á sítt ADHD í almenna rúminum.

Hvat eru tíni hjartamál í nevndararbeiðnum?

Mítt hjartamál í nevndararbeiðinum er sjálvhjálparbólkar.

Eg eri bólkaleiðari í sjálvhjálparbólkinum fyri menn og eri glaður fyri at kunna hjálpa til við mínari vitan til bólkin. Mítt ynski er, at vit kunnu økja um bólkarnar og tað góða fyribyrjandi arbeiðið og ágóðan, sum sjálvhjálparbólkurin inniber. 

-Mítt ynski er, at vit kunnu víðka okkara sjálvhjálparbólkar kring Føroyar

Tørvurin er veksandi, og mítt ynski er, at vit kunnu víðka okkara sjálvhjálparbólkar kring Føroyar, so fleiri  kunnu fáa ágóðan av okkara sjálvhjálparbólkum.

Títt besta ráð til tey við ADHD ella teirra nærmastu?

Loyva teimum at vera tey, og lat vera við at døma tey uppá teirra atferð. Søren Hertz, sum er børn- og ungepsykiater, lýsir tað soleiðis: Tað er ikki børnini, sum eru trupulleikin, men tey vísa tað gjøgnum sína atferð (Det er ikke børnene, der er problemet, men viser det igennem sin adfærd).