Heilivágsváttan

ADHD/ADD heilivágsváttan

Ferðast við heilivági

Tekur tú dagliga heilivág og fert at ferðast, er umráðandi, at hava heilivágin við á ferðini. Hesi viðurskifti mugu tit hava í huga:

  • Hav altíð heilivágin í upprunapakkanum, so at myndugleikarnir í viðkomandi londum beinanvegin síggja, hvør heilivágurin er.
  • Í ávísum førum er neyðugt at kunna skjalprógva, at heilivágurin er til egna nýtslu. Hetta er serliga galdandi, um talan er um turvelvandi (euforiserandi) heilivág.

Ein heilivágsváttan fæst frá apotekinum og er ókeypis. Vit viðmæla, at tit biða um eina heilivágsváttan í góðari tíð áðrenn tit fara at ferðast. Best um tað er 14 dagar áðrenn hon skal brúkast.

Tað er ikki neyðugt við heilivágsváttan til Danmarkar og Grønlands, tí ríkisfelagsskapurin er eitt felagsøki í Schengen-høpi. Á www.medicin.dk  er møguleiki, at síggja um heilivágurin tú tekur krevur heilivágsváttan, hetta sæst á síðuni undir Schengen.