Svøríki: Nú er ikki loyvt at diskriminera vegna ADHD/ADD í politinum og herinum

Fyrr hava vit skrivað um, at fólk við ADHD hava vunnið rættin at blíva politist í Íslandi.

Nú hava fólk við neuropsykiatriskum órógvi so sum ADHD, ADD o.ø. vunnið rættin at søkja inn í politiið og í herin í Svøríki.

Vit fegnast sera nógv um vunna rættin, tí tað vísur, at fólk, ið fáa viðgerð og hjálp, kunnu fáa eitt so stabilt og gott lív, at tey megna tað sama sum onnur.

Í Danmark vita vit, at limir hjá okkum, sum hava ADHD, eru útihýstir frá herinum.

Tað kunnu vit als ikki góðtaka, tí tílíkar diskrimineringar leggja upp til tað sera keðiligu støðu, at fólk við ADHD ikki lata seg útgreina og tískil kki fáa ta hjálp, teimum tørva.

Vit arbeiða fyri rúmligheit og líkastilling, tí við tíðliga hjálp kunnu nógv við ADHD fáa eitt heilt vælvirkandi lív.

Í heyst verður norðurlendskur fundur fyri norðulendsku ADHD feløgini í Finlandi. Tá fara vit at biðja um at fáa málið á skrá, soleiðis at vit kunnu verða við til at broyta reglurnar í Danmark eisini.

Les meir her: