ADHDkafé um NFPP familjuterapi

ADHDkafé um NFPP

Í fyrstu limakaféini í ár, sum verður í MEGD sunnudagin 4.februar kl. 15, fara vit at seta sjóneykuna á, hvussu foreldur kunnu hjálpa barninum sum stríðist, so tíðliga sum gjørligt, eisini áðrenn tað fær staðfest ADHD.

Vit hava fingið Súsonnu Reinert-Petersen, yvirlækna í Barna- & ungdómspsykiatri at koma at greiða frá familjuterapiháttinum NFPP (New Forest Parenting Program), sum hevur verðið brúkt í barna- og ungdómspsykiatriini á Landssjúkrahúsinum, og verður brúkt hjá VIT, ið er Barna- og ungdómspsykiatrisk klinnikk hjá Súsonnu Reinert-Petersen.

Um New Forest Parenting Program
NFPP er ein familjuterapeutiskt gongd, sum telir 8 samrøður. NFPP er ment í Bretlandi til foreldur/familjur við børnum 3-11 ár, sum hava ADHD/ADD ella líknandi symptomir, sum enn ikki eru diagnostiseraði.

Endamálið er, at vísa foreldrum á gongdar leiðir til at halda, menna ella endurreisa góðu relatiónina við barnið. Hetta er grundarlagið í gongdini og bygt á hendan platformin, arbeiðir NFPP við at stuðla foreldrunum í at stuðla barninum til at læra skynsamar strategiir til at betra førleikar og atferð í gerandisdegnum.

Gransking av NFPP bæði í Bretlandi og í Danmark vísa á, at innsatsurin frá foreldrunum so tíðliga, sum gjørligt, hevur eina verjandi ávirkan fyri barnið. Hetta kann vera við til at minka um nei-ligu fylgjurnar, sum ADHD og mistrivnaður kunnu hava við sær (Lange, Anne-Mette et al., 2018).

VIt hava limakafé hvønn 1.sunnudag kl.15 í mánaðinum, undantikið í januar og august. Nýggir limir eru hjartaliga vælkomnir.