ADHDplakatin 2022 avdúkað

ADHDplakat 2022 Livar Nysted

Í dag, 20.okt var ein stórur dagur, tí í “Góðan morgun Føroyar” bleiv fyrsta ADHDplakatin avdúkað! ‘

Tað er kendi og íðni listarmaðurin úr Hvannasundi, Livar Nysted, sum í fjør sjálvur fekk staðfest ADHD, ið hevur málað spildurnýggja málningin, sum hann letur í gávu til felagið.


Hugskotið til ADHDplakatina fekk forkvinnan Bjørg, tá Livar hevði framløgu á ADHDRundferðini fyri felagið í Klaksvík í fjør. Hann tók við avbjóðingini at mála ein málning til felagið, ið felagið kundi gera til plakat at selja fyri at fíggja vaksandi virksemið.


Livar hevur fingið listarligt frælsi og ynskti sjálvur, at málningurin skuldi venda sær til flestu føroyingar og skuldi kunna hanga flest allastaðir, tó so skuldi málningurin siga eina søgu.
“Vit hava gingið høgt upp í at plakatin skal verða lekkur og í góðari góðsku. Livar er ein av bestu nútíðarmálarum, og vit ynstu bestu fakfólkini at framleiða sjálva plakatina. Vit eru sera eyðmjúk, glað og stolt av málningininum, og sum vit vænta nógv fólk fara at dáma og ynska at keypa til sín sjálvs, ella í t.d. jólagávu – bæði fyri at stuðla felagnum og einum verða við til at gera Føroyar meira rúmligari” sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHDfelagnum.


Í GMF greiddi Livar frá málninginum og tankarnir aftanfyri motivið, sum í stuttum er ein heiður til konu hansara, ið hevur borið hann fram. Varðarnir eru ADHDfelagið, ið eru við til at vísa veg. Maðurin, ið er Livar sjálvur, hevur fingið eygnakontakt, og við tí vil hann siga, at hann nú kennir seg sæddan møttan av samfelagnum.


Livar og ADHD felagið á torginum í SMS
Frá kl.14-18 fríggjadagin verður plakatin til sølu á torginum í SMS og leygardagin frá kl.12-17 verður møguleiki at hitta og síggja Livar, ímeðan hann málar ein nýggjan málning.
Føroya Prent prentar plakatina í A3 og hon verður til sølu frá í morgin av í Alfa Bókahandli, Gamla Bókhandli og Myndlist.

Prísurin er 395kr fyri plakat í stødd 50X70cm og 295kr fyri A3.

“Ein nýggjur morgun” eftir málaran Livar Nysted. Uppseting: Niels Galan Avmynda: Per á Hædd Prent: Føroya Prent Hugskot: Bjørg Dam