Sunnudagin 23. februar kl. 15:00 hevur ADHD felagið aðalfund. Fundurin verður hildið í Skúlanum við Løgmannabreyt kl. 15:00.
Gestur verður Sonja Jógvansdóttir, sum kemur at hugleiða um ”Hvussu kemur tú ígjøgnum lesnaðin við ADHD”. Hon kemur millum annað inn á, hvørji eru hyggiráðini, hvørja hjálp, hvat kanst tú fáa, hvat kanst tu sjálv gera og hvat skalt tú hugsa um?.
Skrá:
kl. 15:00 Bjørg Dam bjóðar vælkomin
kl. 15:07 Sonja Jógvansdóttir: ”Hvussu kemur tú ígjøgnum lesnaðin við ADHD”
kl. 15:45 Byrjar formligi aðalfundurin smb. skrá felagsins;
(Stuttur steðgur verður kl.16.10)
Val av orðstýrara
- Ársfrágreiðing forfólksins
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi
- Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
- Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár
- Viðgerð av innkomnum málum
- Val av nevndarlimum
- Val av grannskoðara
- Ymiskt
(Eftir fundin mannar nýggja nevndin seg og tekur myndir)
Vit vænta at verða liðug umleið kl. 17:15.
Fýra limir standa fyri vali: Bjørg Dam, Poula Patursson, Pætur Nattestad Petersen og Petra Weihe Mikkelsen.
Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi sjey dagar áðrenn aðalfundin.
Øll eru vælkomin at stilla upp í nevndina
Kundi tú hugsað tær:
- at vera við til at betra um korini hjá fólki ADHD/ADD og avvarðandi teirra
- at varpa ljós á ADHD
- at skipa fyri tiltøkum
- at verið ein partur av einari spennandi og gevandi ADHD nevnd
So er at stilla upp í nevndina.
Hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi ert vælkomin at venda tær til okkum á adhd@adhd.fo ella ringja til forkvinnuna á tlf. 211428