Hvør kann verða limur?

Allir persónar, feløg og stovnar, sum taka undir við endamálum felagsins, kunnu verða limir.

Limagjaldið er 200 kr. um árið fyri persónar og 2.000kr fyri feløg og stovnar.

Hví skal eg verða limur?

Sum limur ert tú við til at stuðla arbeiðinum hjá felagnum og nevndini, tí fjølmennari vit eru, tess sterkari eru vit.

Harumframt kanst tú luttaka til limatiltøk og sjálvhjálparbólkar.


Stuðul og peningagávur

Til ber eisini at stuðla felagnum við einari peningaupphædd einaferð, mánaðarliga ella á annan hátt: Les meira her.


Ynskir tú at melda teg úr felagnum

Skrivið okkum ein teldupost á adhd@adhd.fo og skriva, at tú ynskir at verða strikað/ur sum limur.