Tað ber til at stuðla felagnum á fleiri mátar.

Við at stovna eingangsflyting/fasta flyting beinanvegin á mínrokning.fo:

OBS!! Við at trýsta á leinkjurnar kemur tú inn á síðuna Mínrokning.fo, sum er trygg limagjaldstænasta frá Elektron. ADHD-felagið sær ikki títt p-tal.

Við bankaflyting
Vinarliga flyt peningastuðul í Betri banka kontonr. 9181 4440120.

Lata gávu/vinning
Vit taka hjartaliga ímóti øllum gávum. Vinarliga ring 211428

Skipa fyri stuðulstiltakið ella innsavnan, kontakta okkum

Til ber stuðla Jensjáku’sa “Hin rusuti” verkætlanina við at flyta pening í Betri 9181 5785172.
Fylg Jensjáku her

 


 

Trýst á myndina niðanfyri fyri at lesa um stuðul frama fyri børn og ung við ADHD/ADD


 

Inntøkan hjá felagnum
– er sera avmarkað, og tí kemur allur stuðul sera sera væl við.
Vit taka gleðiliga ímóti øllum stuðli og vælvild.
Les meir um fíggjarviðurskifti her.

Inntøkan hjá felagnum kemur frá limagjaldi og peningi frá ítróttarvedding, umframt at vit í 2022 fingu 250.000kr frá landinum til vegleiðingina.


Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul