ADHD felagið fingið 40.000kr í gávu frá Kiwanis

Á limakaféini hjá ADHD felagnum í Reinsaríinum í oktober, kom nývaldi forsetin í Kiwanis Tórshavn, Fríðbjørn Poulsen, á gátt og handaðaði forkvinnuni Bjørg Dam stóra peningagávu á 40.000kr.


Altjóða felagsskapurin hevði avgjørt at lata felagnum pening til arbeiði frama fyri børnum og ungum við ADHD/ADD, so sum at gera upplýsandi tilfar og sjálvhjálparbólkar, ið felagið bjóðar ókeypis.

Kiwanis stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja.” – Limir í felagnum savna pening saman hvørji jól, við at selja jólatø og á ólavsøku lutaseðlar, við m.a. tiltikna føroyska bátininum á vinnaraseðlinum. Peningurin verður latin til vælgerandi arbeiði frama fyri børn og ung.

“Sjálvhjálparbólkar er ein av okkara kjarnuppgávum, sum gagna børnum og ungum við ADHD/ADD sera væl! Bólkarnir eru ókeypis fyri luttakarnir, men teir krevja nógvar fígging og orku frá felagnum at skaffa. Tí kemur hesin peningurin sera væl við” segði Bjørg Dam, tá hon takkaði Kiwanis fyri stóru gávuna.