Sum tilboð til allar limir, ið hava staðfest ADHD/ADD ella eru avvarandi, skipar ADHD-felagið fyri intro sjálvhjálparbólkum.
Nýggir bólkar byrja tríggjar ferðir um árið; eftir ársskifti, summar og heyst, alt eftir nær fullteknað er.
Tú kanst tekna teg nú niðast á hesi síðuni, so fært tú boð, tá næsti bólkurin byrjar.
Bólkarnir eru hesir:
- BØRN (uml. 9-14 ár) – Faklærdur bólkaleiðari – Ókeypis
- UNG (uml. 14-22 ár) – Faklærdur bólkaleiðari – Ókeypis
- KVINNUR – mánadagar kl. 17-19 – Faklærdur bólkaleiðari – Kostnaður 200,-
- MENN – mikudagar kl. 17-19 – Faklærdur bólkaleiðari – Kostnaður 200,-
- FORELDUR – uml. 2. hvørt mikukvøld kl. 19:30-21:30 – Kostnaður 200,-
(broytingar kunna koma fyri)
Einasta treyt fyri luttøku er, at tú ert limur í ADHD-felagnum og tú hevur staðfest ADHD/ADD ella ert avvarandi. Limir kunnu luttaka einaferð í hvørjum bólki.
Tekna teg sum lim her – tað kostar einans 200,- um árið.
Eitt sindur um sjálvhjálparbólkarnar:
Hvussu ofta: bólkarnir eru úr 4 – 9 ferðir.
Kostnaður: 200,- (Børn og ung luttaka ókeypis)
Hví? Hevur tú staðfest ADHD/ADD hevur tað stóran týdning, at kunna tosa við onnur í somu støðu. Onnur sum skilja, hvussu tú hevur tað. At tosa saman um avbjóðingar, trupulleikar, kenslur og annað, og at kunna deila royndir og fáa hjálp og vegleiðing.
Hvussu: Hevur tú staðfest ADHD/ADD og ynskir tú at luttaka í einum bólki, kanst tú melda teg niðanfyri ella við at skriva til [email protected]
Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til ADHD-felagið á tlf. 211428 ella skriva til okkum á [email protected] ella umvegis Facebook.