Limakafé 5.mai

Tað er 1.sunnudagur í mánaðinum og tað merkir, at í dag kl. 15 verður ADHD limakafé í MEGD.
ADHD limakaféin er eitt høvi, har limir kunnu møtast og fáa eitt gott óformelt prát. Sum oftast eru evnir á skrá, men viðhvørt er tað einki ávíst evni, men teir spurningar, ið limir koma við, ið prátið fer inn á.

Nevndarlimirnir skiftast um at verða vertir, men øllum limum stenda í boði, at verða vertir!

Í dag kl. 15 fer forkvinnan Bjørg Dam at seta sjóneykuna á nøkur amboð, sum kunna hjálpa at skilja avbjóðingarnar fyri at skipa og gera arbeiðsdagin betri.

Framløgan tekur støði í skeiði, ið varð hildið í Tórshavnar kvøldskúla. Framløgan sæst her.

Eisini fara vit at umrøða týdningin av, at verða opin yvirfyri arbeiðsplássinum, ella sum minst, sínum leiðara um ADHD’i.

Ella, skal ein verða opin um tað og hvussu sigur man tað?

Vit vóna at síggja nógv fólk.

Nýggir limir eru hjartaliga vælkomnir!