Stórbær adventsgáva frá BETRI fer m.a. til sjálvhjálparbólkar.

Vit í ADHD-felagnum eru eyðmjúk og takka innarliga Betri og øllum tykkum, ið hava staðið um felagið og tilnevnt okkum til kærkomnu adventsgávuna á 50.000kr.

– Hettar er ein stór peningaupphædd, ið munar sera væl hjá einum lítlum felagið, við stórum ætlanum og týdningarmiklum tøkum at taka fyri øllum við ADHD og familjum teirra í Føroyum.

– Adventsgávan ger tað gjørligt, at fara í gongd við sjálvhjálparbólkar longu fyrst í nýggja árinum og at leiga hølið í MEGD húsinum á Íslandsvegnum, ið verður karmur um nevndararbeiði, limafundir, sjálvhjálparbólkar og annað felagsarbeiðið. Sostatt tryggjar adventsgávan at virksemið í ADHD-felagnum verður lyft upp á eitt tryggari, betri og hægri støði í framtíðini.