Okkara nevnd: Bjørg

-Sonurin og hansara ADHD er tað, sum hevur lært meg mest her í lívinum! sígur Bjørg Dam

 

Eg eiti Bjørg Dam og eri 48 ár. Eg eri sjálvstøðug vinnurekandi, forkvinna í ADHD felagnum og býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Eg eri eisini mamma at tannáringi við ADHD.


Hví ert tú í nevndini í ADHD felagnum?

Sonurin fekk staðfest ADHD í 2017, sum 9 ára gamal. Eg kendi meg sera einsamalla og saknaði ein felagsskap, har man kundi koma saman at læra, deila vitan og styrkjast.

Tá diagnosan endaliga verður staðfest, eru familjur ofta langt niðurundirkomnar, og tá er ein góður felagsskapur sera týðandi.

Tá eg kom í nevndina í 2019, ráddu nógvir fordómar um ADHD. Fordómar sum, at ADHD komst av manglandi foreldraførleikum, og at ADHD ikki var til!

Nógv skomm var knýtt at ADHD, og tað varð tagt burtur. Hetta hóast alt peikar á, at tað er best at vera opin um ADHD fyri at fáa forstáilsi og tillaga karmarnar, og eisini fyri at vinna viðurkenning og javnrætt.

Nú í 2024 er myndin frá 2019 sera nógv broytt, hóast langt er eftir á mál. At fáa staðfest ADHD verður í dag í størri mun sæð sum ein møguleika at fáa gagnnýtt íbornar møguleikar, heldur enn sum ein forðing og stempling. At vit eru komin hertil er nógvum eldsálum at takka. Tað er fantastiskt.

Orsøkin til, at eg eri í nevndini á sætta árið, er heilt víst tí at okkara arbeiðið, sum vit í felagnum gera, vinnur frama og verður so væl tikið undir við. Í dag eru vit nærum 640 limir.  Tað er bæði læruríkt og stuttligt – og eg plagi at siga, at sonurin og hansara ADHD er tað, sum hevur lært meg mest her í lívinum!


Hvat eru tíni hjartamál í nevndararbeiðnum?

Í 2019 meldaði eg meg í felagið og var limur nr. 28. Tá setti mær sum hjartamál at verða við til at byggja upp ein burðardyggan, virknan og konstruktivan felagsskap, sum áhaldandi arbeiðir fyri at betra um viðgerðarmøguleikar, rúmligheit og javnrættindi fyri ADHD’arar. Eitt felag, sum er ein virðismettur konstruktivur og vitandi hoyringspartur og samstarvspartur fyri politisku skipanina, stovnar og onnur.

Eini 2000-3000 føroyingar hava ADHD, og við nærmastu familju teirra eru tað eini 10.000 føroyingar, ið hvønn dag líða undir stirvnum og væntandi skipanum, ójavnrætti og undirraðfesting.

Tí eigur samfelagið at taka støðuna í álvara og gera tað einasta rætta, sum er at stovna ein depil fyri øll neuropsykiatrisku brekini (ADHD, autismu, ocd, dysleksi osf.). Hesin depil skal so bjóða tvørfakliga viðgerð til alla familjuna.
At fáa ein ADHD-vinarligan skúla og arbeiðsmarknað eru eisini míni hjartamál.

Eisini haldi eg, at tíðin hevur víst mær, at vit “sjúklingafeløg” veruliga hava nakrar fyrimunir, møguleikar og dygdir framum tað almenna. Tí vit kunnu arbeiða skjótt, bíligt og við einari hámotivatión, sum eingin annar hevur. Vit vilja eisini altíð stremba eftir nýggjastu vitanini, bestu fakligheitini og viðgerðunum, tí tað snýr seg jú um lívið hjá okkara nærmastu.  

Tí haldi eg, at “sjúklingafeløg” skulu hava nógv betri fíggjarligar treytir at arbeiða undir. T.d. kundu okkara sjálvhjálparbólkaleiðarar fingið einn skatttafrádrátt á 50.000kr, júst sum venjarar hjá ítróttafeløgunum fáa. Okkara arbeiði er sanniliga eisini fyribyrgjandi og heilsufremjandi.  
Eri sannførd um, at tær kr. 350.000, ið vit fáa á fíggjarlógini, fær samfelagið aftur fleirhundaðfaldað.

 

Mítt besta ráð

Finn tær vitan og styrk í ADHD felagnum og arbeið fram ímóti at verða opin um títt ADHD.

Tá tú góðtekur títt ADHD, fara tíni nærmastu eisini at góðtaka tað – og so líðandi eisini samfelagið. Í felag standa vit sterk.