Súni fekk ADHDviðurkenningina 2022

ADHDtilvitanarmánaður er, og sum vanligt verður latin serlig ADHDviðurkenning til ein, ið hevur útmerkað seg á onkran hátt innan ADHD/ADD.

Í ár varð ADHDviðurkenningin latin Súna Jacobsen, lærara og rennandi eldsál í serskúlatilboðinum undir skúlanum á Fløtum, ið er staðsett í gamla skúlanum úti á Argjum, og sum millum manna verður nevnt “Guli skúli”.

Poula, Durita og Bjørg úr nevndini í ADHDfelagnum troppaðu upp á lærarafundi í skúlanum við blómum og heiðursbrævi í hond, og tóku lítillátaða Súna heilt av bóli, ið gjørdist ikki sørt bilsin og rørdur.

Tað var ein samd nevnd, ið avgjørdi, at Súni Jacobsen skuldi hava ADHDviðurkenningina í 2022. 
Súni var við at seta Gula skúla á stovn og hevur starvast har, síðani tilboðið byrjaði sum ein royndarverkætlan í 2009.

Hann hevur hjálpt nógvum børnum og ungum við ADHD og foreldrum teirra í skúlaskipanini.

Súni hevur saman við øðrum bygt Gula skúla av góðvilja og einum vilja at røkka tí einstaka barninum, har tað er og sum tað er. 

Tað menniskjasliga er útgangsstøðið hjá Súna.

Tað sum eyðkennir arbeiðið hjá Súna er, at tað viktigasta er ikki, hvat næmingurin ger, tá hann er í skúla, men meira tað, at næmingurin kann koma heim og siga, at hann hevur havt ein góðan dag. 
Trivnaðurin hevur alt at siga, tí nógv av teimum, sum ganga í Gula skúla, hava havt tað torført í skúlanum. 

Starvsfelagarnar fortelja, at  man merkir í arbeiðnum hjá Súna, at menniskja kemur í fremstu røð. Við hansara lyndi og nærleika kenna øll seg møtt og týdningarmikil, bæði starvsfelagar, næmingar og foreldur. Hann er lurtandi og nærverandi, og tað er so nemt at føla seg væl saman við Súna.
Foreldur merkja eisini væl, at Súni er nakað heilt serligt saman við næmingunum. Hann er ikki tengdur at, hvat man eigur at gera, og hvat vit plaga at gera. Hann møtir tínum barni við opnum sinni og hugsar út um kassan, tá hann undirvísur, soleiðis at hetta barnið kann kenna seg møtt – og samstundis fáa okkurt burturúr skúladegnum. 

Súni er millum næmingar kendur fyri at vera rúmligur og viðurkennandi. Hann roynir ikki at troðka sína áskoðan á teg, men møtir hvørjum einstakum, har tey eru. Næmingar fortelja eisini, at Súni er jaligur og stuttligur, og er ikki bangin fyri at geva rós.

Vit í ADHDfelagnum vilja tí siga takk fyri alt tað, tú ert fyri næmingar við ADHD/ADD og ikki minst okkum foreldur at børnum, sum ganga her. 

Vit eru errin av at handa ársins ADHDviðurkenning til tín, Súna Jacobsen.

Í 2020 fekk Julia Feilberg Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur stóru ADHDviðurkenningina, og í 2021 var tað Tormóður Stórá, leiðandi psykiatari.