ADHD-felagið var av fyrstan tíð stovnað í 1995 sum MBD/Damp-felagið. Eftir at hava ligið stilt í nøkur ár, varð felagið endurstovnað í 2009, og tá fekk tað navnið ADHD-felagið.Felagið hevur sum høvuðsmál at varpa ljós á ADHD og ADD, og vit vilja virka til frama fyri fólk við ADHD og ADD og fyri teirra avvarðandi.
Felagið hevur, síðan tað bleiv endurstovnað í 2009 verið virkið. Skipað hevur verið fyri, at foreldur at børnum við ADHD og ADD kunnu hittast nakrar ferðir um árið. Fyrilestrar hava verið hildnir um ADHD/ADD 1-2 ferðir um árið, og harafturat hevur felagið skipað fyri onkrum skeiðum. Fyrilestrarnir og skeiðini hava verið ætlaði bæði fakfólki og foreldrum og øðrum avvarðandi.
ADHD-felagið hevur tvær Facebooksíður, har tann eina er ein afturlatin limasíða ADHD limir har lagt verður upp til at limir deila vitan, spyrja og har tíðindir verða deilt. Treytin fyri at sleppa inn er at tú ert gjaldandi limur.
Hin Facebook síðan er ein opin síða, har tíðindi o.a. um ADHD/ADD verður lagt út. Har verður eisini lýst við tiltøkum. Nýggja nevndin í ADHD-felagnum hevur harafturat sum nakað nýtt stovnað ein Instagrambrúkara til felagið. Hesin skal virka við til, at felagið røkkur út til enn fleiri fólk. Felagið er farið undir herferðini #viðurkenning, ið skal verða við til at skapa viðurkenning hjá teimum við ADHD, avvarandi, fakfólki, politikarum og millum manna.
Endamál felagsins er:
- At virka til gagns fyri fólk við ADHD
- At geva foreldrum, avvarðandi og persónum við ADHD møguleika at koma í samband við líkastillað.
- At varpa ljós á ADHD.
- At virka fyri optimalum møguleikum fyri fólk við ADHD
- At fremja samarbeiði millum foreldur, avvarðandi, stovnar, læknar, skúlar, arbeiðspláss og onnur, ið hava við fólk við ADHD at gera.
- At fylgja við gransking og viðgerð.
- At luttaka í samarbeiði í norðurlendskum høpi.
- At virka fyri, at tilboð verða til fólk við ADHD og teirra avvarðandi.
Limir
Øll kunnu gerast limir, einstaklingar eins og stovnar, ið kunnu taka undir við endamáli felagsins, og sum kunnu gjalda tað av aðalfundinum ásetta limagjald. Melda teg sum lim her
Fíggjarviðurskifti
ADHD felagið er ikki á fíggjarlógini og fær ikki annan almennan stuðul.
Vit fáa pening frá limagjaldi og veddingarpengar.
Alt nevndararbeiði hjá ADHD felagnum er ólønt
Enn hava vit ongan løntan í starvi og onga skrivstovu.
Vit ynskja, at økja um limatalið og vaksa um okkara virksemi innan kunning, ráðgeving, leita fram føroysk hagtøl, seta sjálvhjálparbólkar á stovn og áhaldandi royna at ávirka politisku skipanina, soleiðis at útgreining, viðgerð og tilboð gerast nógv betri, enn tey eru í dag.
Hettar arbeiði krevur pengar m.a. til ein skrivara, at framleiða kunningartilfar, løna fakfólkum at skipa sjálvhjálparbólkar, lýsingar og til rakstur. Vit taka hjartaliga ímóti øllum stuðli.
Bústaður
ADHD-felagið
MEGD húsið
Íslandsvegur 10c
100 Tórshavn.
Føroyar
Tlf. 211428
Teldupostur: adhd@adhd.fo
Kontonummar
Betri banki: 9181 4440120
IBAN: FO8991810004440120
EIKBFOTF
V-tal
451398