í sjálvhjálparbólki, snýr tað seg um:
- at læra og geva
- at styrkjast, byggja upp og finna frið og støðufesti
- at hindra einsemi og koma í ein felagsskap
- hava tað gott og mennast
“Eg helt, eg var tann einasti, sum hevði tað soleiðis”
“Sjálvhjálparbólkur er tað besta, eg havi gjørt fyri meg sjálvan”
“Havi ikki flent ella lært so nógv í fleiri ár”
“Eg læri so nógv um meg sjálvan, av at hoyra onnur”
Í sjálvhjálparbólkum viðgera vit eitt evni hvørja ferð, har avbjóðingar og loysnir verða viðgjørdar og greinaðar. Tú lærir, at onnur hava somu ella kanska størri avbjóðingar, og at tað eru nógvar og ymiskar strategiir, sum lætta um gerandisdagin. Kanska hugsar tú ikki um, at tú hevur eina góða strategi at megna eina avbjóðing, sum onkur stríðist við? Tú fært nýtt sýn á verðina og teg sjálvan, umframt strategiir og styrki at lætta um.
Nær: Í vetur/vár verða bólkar fyri kvinnum, ungum, monnum, børnum og foreldrum treytað av, at undirtøkan er nóg stór. Bólkarnir byrja, so skjótt teir eru fullteknaðir og eru í hølum okkara í MEGD á Íslandsvegi 10C (yvirav Grønnlendingahúsinum) og í Klaksvík og Suðuroy.
Hvør kann luttaka: Treytin fyri luttøku er, at tú hevur staðfest ADHD ella ADD. Í foreldrabólki skal minst eitt barn hava staðfest ADHD/ADD.
Hvør hevur bólkarnir: Bólkar fyri luttakaraum við ADHD/ADD eru altíð leiddir av fakfólkum.
Kostnaður: Luttøkugjaldi er kr. 200 kr per luttaka, tí er bólkurin fyri børn og ung er ókeypis.