Skulu bíða ein fjórðing av fólkaskúlatíðini, áðrenn tey fáa nakra hjálp

Við verandi bíðilista bíða børn í tvey ár eftir at sleppa til útgreiningar fyri ADHD. Tað svarar til ein fjórðing av allari fólkaskúlatíðini. Barnaverkætlanin kemur ikki at gera nakað við akuttu støðuna. Her má okkurt gerast, ongantíð ov skjótt, skal tað ikki fáa álvarsamar fylgir, sigur formaðurin í Heim&Skúli.

Fyri summi av okkum er gerandisdagurin eitt sindur meir avbjóðandi, enn fyri tey flestu. Heilin virkar á ein annarleiðis hátt. Annarleiðis, soleiðis at eitt nú undirvísing í fólkaskúlanum ikki verður upplivað á sama hátt, sum hjá teimum flestu. Hesi hava m.a truplari við at hugsavna seg og eru bráðhugsin. Soleiðis eru nøkur bara fødd og soleiðis fer heilin eisini at verða alt lívið. Hetta annarleiðis eyðmerki í heilanum verður kallað fyri ADHD.  

Sambært WHO eru 5%, sum hava hendan annarleiðis heilan. Kanningar vísa at títtleikin av ADHD í veiðisamfeløgum er nakað meir. Eitt nú í Íslandi er títtleikin 7-10%. Í føroyskum viðurskiftum svarar tað til ein til tveir næmingar í hvørjum flokki í fólkaskúlanum.

Við einum samfelagið, sum ikki júst er innrætta til og ikki rúmar hesum næmingum nóg væl, verður gerandisdagurin ein avbjóðing fyri tey. Tað er tó hjálp at heinta. Tað ber til at finna útav, júst hvat bagir barninum og hvørja hjálp teimum tørvar og soleiðis lætta um gerandisdagin – tey kunnu útgreinast. Í verandi løtu er bíðitíðin tó til hesa útgreining so long, at næmingar í fólkaskúlanum, har illgruni er um ADHD, noyðast at bíða ein fjórðing av allari teirra fólkaskúlatíð. Bara fyri at fáa staðfest hvat bagir og síðan hvørja hjálp teimum so tørvar.

Heim&Skúli rópar varskó

Í foreldrafelagnum Heim&Skúli rópa tey varskó. Langa bíðitíðin kann fáa álvarsamar fylgir fyri alt ov nógv børn, og familjur teirra. Janus Vang er formaður í foreldrafelagnum Heim&Skúli, sum er skúlastýri fyri alt landið. Har hava tey viðgjørt trupulleikan, sum tey siga, er ein óneyðug og óvirðilig støða at koma í.

“Vit hildu tað var leingi, tá bíðitíðin var hálvtannað ár. Nú er bíðitíðin tvey ár! Verður onki gjørt, so verður bíðitíðin kanska uppaftur longri. Børnini og avvarðandi vita, at teimum tørvar hjálp og ynskja veruliga at fáa hjálpina – tað er tí tey sjálvi hava vent sær til kommunulæknan, fyri síðan at fáa eina ávísing til útgreining. Soleiðis sum støðan er nú, so bíða tey í roynd og veru ein fjórðing av teirra fólkaskúlatíð, áðrenn tey yvirhøvur sleppa framat at finna útav, hvørja hjálp tey kunnu fáa. Og tað er óneyðugt og óvirðiligt!”sigur formaðurin í Heim&Skúli, Janus Vang.

Heim&Skúli hava gjørt vart við seg hjá politisku skipanini. Enn er tó ongin loysn at hóma til aktuella og bráfeingis trupulleikan við longu bíðitíðini hjá hesum børnunum, at fáa eina útgreining.

Seta ov seint inn

Frá 2012 til 2022 fingu 484 børn og ung staðfest ADHD í Føroyum. Av hesum eru 23 undir skúlaaldur. Tey flestu, 56 í tali, fingu staðfest ADHD sum 14 ára gomul í hesum tíðarskeiðnum.

Samanlagt eru 2500 – 3000 fólk í Føroyum, sum hava ADHD. Harav 1000 – 1500, ið ikki hava fingið diagnosuna staðfesta. Havandi í huga, at ADHD er nakað ein verður føddur við, kann skjótt staðfestast at tey eru fá, ið fáa diagnosuna ADHD tíðliga í lívinum. Tey eru tískil nógv, ið fyrstu árini av lívinum ganga við óviðgjørdum ADHD. Fortreytin hjá hesum børnunum, at ganga í skúla og læra, á jøvnum føti við teirra javnaldrar, er tískil skeikla. Harvið eru útlitini fyri einum lívi við avbjóðingum stór. Eitt nú vísa kanningar, at óviðgjørt ADHD býr undir helvtini av rúsevnismisnýtslum, sum fólk dragast við.

Eitt av høvuðsargumentunum at hjálpa teimum, ið hava ADHD, er júst fortreytirnar. At hjálpa teimum, soleiðis at tey koma betri frá byrjan í lívinum. Ein útgreining, tíðliga í lívinum, er tí altavgerandi fyri góðum fortreytum.  

Forkvinnan í ADHD-felagnum, Bjørg Dam, er stúrin um longu bíðitíðina hjá børnunum.

“Avleiðingin kann verða, at støðan hjá børnunum versnar og fyri nøkur verður støðan akutt”, og leggur afturat, at “Fyri hvønn dag sum gongur, vaksa útlitini fyri einum óneyðuga avbjóðandi lívi. Óneyðuga avbjóðandi, tí tað ber til at eyðmerkja hesi børnini, sum hava ADHD, tíðliga í lívinum”.

Barnaverkætlanin fer ikki at hjálpa teimum sum nú eru á bíðilista

Politiskt hevur mann viðurkent, at okkurt má gerast við trivnaðin ímillum børn og ung í Føroyum. Tí tað eru ov nógv børn og ung, sum ikki trívast og ov nógv, sum stríðast. Í summar var sjøtul settur á barnaverkætlanina, sum skal leggja lunnar undir bestu karmar um eitt gott lív fyri børn og ung í Føroyum. Landsstýrismaðurin, ið varðar av økinum, Djóni N. Joensen, hevur harumframt boðað frá at hendan verkætlanin fær hægstu raðfesting. 3,8 milliónir eru settar av til júst barnaverkætlanina næsta ár. Hesum tekur formaðurin í Heim&Skúli væl ímóti. Hann fegnast um, at so nógvir áhugapartar hava sett seg saman, við tí fyri eyga at skapa betri trivnað ímillum børn og ung í Føroyum. Tó leggur Janus Vang stóran dent á, at tað ikki verður orsaka av barnaverkætlanini, at tey sum nú standa á bíðilistanum, koma at fáa ein lættari gerandisdag. “Fyri tey næstan 300 børn og ung, sum í verandi løtu bíða, kemur barnaverkætlanin ikki at muna tað stóra. Tí kunnu vit ikki bíða eftir ávirkanini av henni. Okkurt má henda her og nú, soleiðis at øll hesi børnini á bíðilistanum kunnu fáa neyðugu hjálpina.” sigur Janus Vang.

Hetta er eisini nakað, sum forkvinnan í ADHD-felagnum tekur undir við. “Hóast vit fegnast um barnaverkætlanina, so vita vit at hon ikki kemur at gera nakað við núverandi bráðfeingis trupulleika og nøkur ár fram. Barnaárini bíða ikki, meðan vit bíða eftir barnaverkætlanini.”

Frá ársbyrjan til august mánað í ár vóru 288 ávísíngar til útgreining á barna- og ungdómspsykiatriini. Í fjør vóru tilsamans 334 ávívísingar. Bíðitíðin at sleppa framat í fjør var, eins og í ár, tvey ár.

Skrivað hevur Elsa Maria Magnusardóttir Olsen

28. november 2023