Tormóður Stórá: Nevromargfeldi, arbeiðsmarknaður og ADHD-fyrimunurin.

Eingin sprintari er sprintari allan dagin!

Tormóður Stórá, leiðandi psykiatari á Landssjúkrahúsinum greiddi á ADHDmegnartak 2023 frá nøkrum av tí, ið kom fram á 9. heimskongressini um ADHD í Hollandi í mai 2023, har yvirskipaða evni varð “Modernisering av hugtakinum ADHD”.

Gransking hevur søguliga snúð seg um risiko við ADHD, við fokus á manglar og avbjóðingar. Nú er eitt skifti, ein moderniseringstanki, ið fer frá fokussinum á avmarkingar og elendigheit til ístaðin at síggja eginleikar og fyrimunir. Granskast skal í, hvussu samfelagið kann fáa fyrimunirnar og eginleikarnir hjá fólkum við ADHD í spæl, eisini í mun til tað, at samfelagið tørvar hesar eginleikar.

Tormóður skilmarkar og hugleiðir um hugtøkini: nevrotýpisk og nevromargfeldi (neurodivergent) í mun til ADHD.

Eisini greiðir hann frá, hvørjar týpiskar eginleikar fólk við ADHD hava, og hvussu týdningarmikið røttu rammurnar, fleksibilitetur, ábyrgd og greið mál hava. Hann gevur boð uppá, hvørji arbeiði hóska væl til fólk við ADHD og hví, og øvugt, hvørji arbeiði ikki hóska.

Til samanberingar, hvat hevði hent, um man í tíðini hevði valt at seta berarar í starv at bera fólk í koyristólum inn í bygningar, heldur enn at gera rampur og lyftir, og á tann hátt at tillaga rammurnar, ið tryggja sjálvbjargin? – Tormóður heldur, at vit áttu at innrætta og tillaga arbeiðsmarknaðin, heldur enn at bera fólk við ADHD inn á arbeiðsmarknaðinum við ymsum almennum skipanum.