Vit bjóða øllum limum, ið hava staðfest ADHD/ADD ella eru avvarandi í intro sjálvhjálparbólk í hølunum hjá ADHDfelagnum í MEGD húsinum, Íslandsvegur 10c í Havn. Í 2024 fara vit eisini at skipa fyri bólki í Norðoyggjum og í Suðri til ber at melda seg nú.
Nýggir bólkar byrja tvær til tríggjar ferðir um árið; eftir ársskifti, summar og heyst, alt eftir nær fullteknað er.
Vit hava leypandi tilmelding niðast á síðuni!
–Tekna teg nú, so fært tú boð, tá næsti bólkurin byrjar.
Intro bólkarnir eru hesir:
- BØRN (uml. 9-14 ár) – Faklærdur bólkaleiðari – Ókeypis
- UNG (uml. 14-22 ár) – Faklærdur bólkaleiðari – Ókeypis
- KVINNUR – mánadagar kl. 17-19 – Faklærdur bólkaleiðari – Kostnaður 200,-
- MENN – mikudagar kl. 17-19 – Faklærdur bólkaleiðari – Kostnaður 200,-
- FORELDUR – mánakvøld kl. 19:30-21:30 – Kostnaður 200kr pr foreldur)
- SUÐUROY – stað og tíðspunkt er ikki ásett enn. Faklærdur bólkaleiðari – Kostnaður 200,-
- KLAKSVÍK – stað og tíðspunkt er ikki ásett enn. Faklærdur bólkaleiðari – Kostnaður 200,-
GG! Er undirtøka fyri aðrar bólkar, tað kundi verið pør, makar, ommur og abbar ella bólkar online, so ber til at senda teldupost til tilmelding@adhd.fo, so arbeiða vit víðari við at stovna fleiri bólkar.
(broytingar kunna koma fyri)
Treytir fyri luttøku á sjálvhjálparbólki hjá ADHD-felagnum eru:
Bólkar fyri børn, ung, kvinnur og menn: at tú ert limur í ADHD-felagnum, og at tú hevur staðfest ADHD/ADD.
Bólkar fyri foreldur: at tú limur og ert foreldur/verji/fosturforeldur at barni við ADHD/ADD.
Bólkar fyri pør: at bæði eru limir, og at annar ella bæði hava staðfest ADHD/ADD.
– Limir kunnu luttaka einaferð í hvørjum introbólki.
Tekna teg sum lim her – tað kostar einans 200,- um árið.
Eitt sindur um sjálvhjálparbólkarnar:
Hvussu ofta: bólkarnir eru 6 – 9 ferðir.
Kostnaður: 200,- peningurin fer til ábit (børn og ung luttaka ókeypis).
Hví? Hevur tú staðfest ADHD/ADD hevur tað stóran týdning, at kunna tosa við onnur í somu støðu. Onnur sum skilja, hvussu tú hevur tað. At tosa saman um avbjóðingar, trupulleikar, kenslur og annað, og at kunna deila royndir og fáa hjálp og vegleiðing.
Hvussu: Ynskir tú at luttaka í einum bólki, kanst tú tekna teg niðanfyri ella við at skriva til tilmelding@adhd.fo
Hvar: Bólkarnir eru í hølunum hjá ADHD-felagnum í MEGD, Íslandsvegur 10C, Tórshavn, í Klaksvík og í Suðuroy.
Tagnarskylda: Vit ganga sera høgt upp í, at øll skulu kenna seg trygg og væl, tí kunna vit hvørjaferð øllum luttakandi um hvat tagnarskylda er, hvussu ein heldur hana og hví hon er týdningarmikil.
Um tú hevur spurningar um eitthvørt, kanst tú ringja til ADHD-felagið á tlf. 211428 ella skriva til okkum á tilmelding@adhd.fo ella umvegis okkara Facebook síðu.