ADHD felagið er eitt av Føroya stórstu feløgum við fleiri enn 640 limum (
Felagið bjóðar limunum m.a.

ADHDvegleiðing
Sjálvhjálparbólkar
Lukkaður facebookbólkur fyri limir
ADHDlimakafé
Limabræv
Kunning á heimasíðu og sosialu miðlunum
Føroyskt tilfar um ADHD/ADD
ADHDmegnartak ráðstevna og fyrilestrar.
Eina sjónliga og árvakna umboðan, ið áhaldandi arbeiðir fyri fleiri rættindi, viðurkenning og upplýsing.

Limir
Einki felag uttan limir! – Við at melda teg sum lim, ert tú við til at leggja enn ein sera týðandi stein á varðan.
Varðin er hann, sum vísir veg, sum vegleiðir og sum tú kanst lena teg at, tá á stendur. Varðin sæst úr øllum ættum, og tryggjar at okkara gøta er væl kend, upplýst og tilvitað, so eingin longur nýtist at fara skeivur, ganga uttan mið ella mál, ella í ringasta føri ganga út av eggini.

Hvør kann gerast limur í ADHDfelagnum?
Øll kunnu gerast limir, einstaklingar eins og stovnar, ið kunnu taka undir við endamáli felagsins, og sum kunnu gjalda tað av aðalfundinum ásetta limagjald. Melda teg sum lim her

Nevndin:
Nevndin er kjarnin í felagnum og vit leggja nógv í felagsskapin og nevndararbeiði, tí skal tað verða stuttligt, viðkomandi, styrkjandi og læruríkt at sita í nevnd í ADHDfelagnum.
Nevndin er mannað av avvarandi og havandi ADHD/ADD.

Søgan:
ADHD-felagið varð stovnað í 1995, ella sum tað tá at, MBD/Damp-felagið. Eftir at hava ligið stilt í nøkur ár, varð felagið endurstovnað í 2009, og fekk tá navnið ADHD-felagið.

Endamál felagsins er:

  • At virka til gagns fyri fólk við ADHD
  • At geva foreldrum, avvarðandi og persónum við ADHD møguleika at koma í samband við líkastillað.
  • At varpa ljós á ADHD.
  • At virka fyri optimalum møguleikum fyri fólk við ADHD
  • At fremja samarbeiði millum foreldur, avvarðandi, stovnar, læknar, skúlar, arbeiðspláss og onnur, ið hava við fólk við ADHD at gera.
  • At fylgja við gransking og viðgerð.
  • At luttaka í samarbeiði í norðurlendskum høpi.
  • At virka fyri, at tilboð verða til fólk við ADHD og teirra avvarðandi.

Fíggjarviðurskifti
ADHD felagið fær í 2024 350.000kr av fíggjarlógini at reka ADHD vegleiðing og sjálvhjálparbólkar fyri. Aðrar inntøkur eru frá limagjaldi, stuðli, gávum, og vit søkja m.a. limagrunnin hjá MEGD til verkætlanir, tiltøk, útgávur o.a.

Vit ynskja, at økja um limatalið og vaksa um okkara virksemi innan kunning, ráðgeving, leita fram føroysk hagtøl, hava fleiri sjálvhjálparbólkar og áhaldandi royna at ávirka politisku skipanina, soleiðis at útgreining, viðgerð og tilboð gerast nógv betri, enn tey eru í dag.

Hettar arbeiði krevur fígging m.a. til ein skrivara, at framleiða kunningartilfar, løna fakfólkum at skipa sjálvhjálparbólkar, lýsingar og til rakstur. Vit takka hjartaliga ímóti øllum stuðli.

Bústaður
ADHD-felagið
MEGD húsið
Íslandsvegur 10c
100 Tórshavn.
Føroyar
Forkvinnan: tlf. 211428
ADHDvegleiðingin: tlf. 202303 (mán,mik,frí kl.8-13)
Teldupostur: adhd@adhd.fo

Kontonummar
Betri banki: 9181 4440120
IBAN: FO8991810004440120
EIKBFOTF

V-tal
451398