Ársfrágreiðing frá ADHDfelagnum 2025

Árið 2025 hevur verið merkt av at bíðikøin til psykiatriina hevur nátt ekstrema talium 1098.

Til barnaspykiatri standa 248 børn og ung. Hetta samstundis, sum Ph.d granskingin hjá Tórunn Ósá greitt vísir samanhang ímillum at tess eldri børn eru tey verða útgreinaði fleiri strondartengdar sálarsjúkur fáa tey. Eisini vísir granskingin, at við somu ressursum sum nú, leingist køin til barnapsykiatri við 6 mánaðum um árið.

Í fjør setti nevndin  flugubein við #Viðurkenning, men vit mugu sanna at flugubeinið má takast burturaftur, tí viðurkenningin er tíverri minkað. Best sæst tað við tigandi samtykkjandi tøgnini hjá politikarum og samfelagnum tá tað kemur til akksept av so langari bíðikø – Eingin onnur diagnosa fær so lítla raðfesting og viðurkenning sum ADHD innan politisku skipanina, men bíðikøin í sær sjálvum vísir, at fólkið vil tað øðrvísi, hvør av hasum 1098 er ein atkvøða, foreldur tvær og avvarandi enn fleir, tí fara vit at stríðast fyri at fáa ADHD á breddan komandi løgtingsval.

Viðurkenningini er lykilin til tíðliga hjálp, rættindi og javnrætt og er tí aðalmálið hjá okkum at vinna. Strategiin fyri komandi løgtingsval, ið spátt var at koma í úrtíð gjørdi, at vit skipaðu vit fyri einum av fyrstu valfundunum longu 5 mánaðir áðrenn valið kom, hetta til ADHDtilvit-tiltakið í oktober. Tórunn Ósá legði fram døpru tølini fyri politikarunum, um hvussu langa bíðitíðin í roynd og veru er við til at gera okkara børn sálarsjúk. Valfundurin var sera væl eydnaður.

Vit hava samstarvsavtalu við Almanna- og heilsumálaráðið um at skipa ADHDvegleiðing. Hesa ynskja vit at víðka um at fevna um ráðgeving til foreldur,  stovnar og arbeiðspláss. Hettar er kent úr øðrum norðurlondunum.

Felagið hevur skipað fyri sera nógvum tiltøkum, sjálvhjálparbólkum, limakaféum, fyrilestrum og ADHDvegleiðingin hevur úr at gera. Limatalið er 850 limir.  

Ársfrágreiðingin skal geva mynd av árinum 2025 í Føroyum út frá sjónarhorninum hjá okkum havandi og avvarandi við ADHD. Felagið ynskir at verða ein virðiligur samstarvs- og hoyringspartur og vónandi kann frágreiðingin lýsa støðuna í dag og vísa á, hvar tørvur er á batum. Frágreiðingin skal bæði vísa á samfelagsviðurskifti, sum ávirka beinleiðis okkara limir og ódiagnosteraði við ADHD og vísa á hagtøl og arbeiði hjá felagnum.

Við vón um at betri vitan, hagtøl og gransking gevur størri viðurkenning.

Takk fyri áhugan góði lesari og góðan lesihug!

Vegna nevndina í ADHDfelagnum
Bjørg Dam, forkvinna

Samfelagslig viðurskifti

Børn kring landið verða ójavnsett
Barnaverndirnar kring landið eru sera ymiskar. Tí óttast bæði løgtingsfólk og vit í ADHD felagnum fyri, at børn kring landið ikki eru javnstillað, og at summi børn fáa nógv verri tilboð enn onnur, sum búgva í kommunum við fakligum og fíggarliga sterkum barnaverndum.

Vit eru við sum hjásiti í fleiri førum og kenna problematikkin væl aftur. Serliga er afturvendandi, at vitanin og forstáilsi fyri ADHD kann gera, at skeivar avgerðir verða tiknar, tí forreldur verða misskilt. ‘

Vit hava verið hoyringspartur í “Heilsutænastur í nærumhvørvinum” har vit vísa á, at hesir kunna verða ein partur av loysnini við at fáa fakligheitina betri út kring landið, um serligir ADHD sjúkrarøktarfrøðingar ella spesialiseraðir ráðgevarar, kunnu koma út í heilsudeplarnir at geva samrøður, heilivágsuppfylging, ráðgeving v.m.  Les hoyringsskrivið her.

Vitanin og fakligheitin um ADHD enn ov lítil
Stovnar, skúlar, arbeiðspláss, privat ja øll eftirspyrja vitan og hægri fakligheit. Úrslitini tala fyri seg, at tá fólk við ADHD fáa betri karmar, rúmligheit og hjálpiamboð trívast tey nógv betri. Tí eigur tað almenna eins og tað privata at raðfesta endurútbúgvingar, skeiðir og upplýsandi tiltøk um ADHD.

Nýtt: Felagið skipar og bjóðar ráðgeving út
Ofta hava nevndarlimir og limir verið biðnir um at koma út á stovnar at halda framløgur og ráðgeva um ymiskt. Nú eru vit byrjaði at bjóða út ráðgeving, ið byggir á fakligheit og royndir. Ígjøgnum skipanina hava umboð verið útið á dagstovnum, frítíðarskúla og háskúla. Vit útbyggja tilboðið til at umfata fleiri fakøkir s.s. arbeiðsmarknaðin, foreldraráðgeving v.m.

Bíðilistin til Barnapsykiatriina
Tess fyrr børn fáa staðfest ADHD/ADD tess betri eru útlitini fyri góðari lívsgóðsku máld í lívslongd, inntøkur og útbúgvinarstøði. Tí er eitt av okkara aðalmálum, at børn fáa tíðliga útgreining.
 
Bíðitíðin á Barna- og ungdómspsykiatriini sær út gjøgnum árið at liggjur um teir 18 mánaðirnar, ið vit meta er alt ov leingi fyri børn og ung at bíða tí tað er ein sannroynd, at menningin hjá børnunum ávirkast og trivnaðurin versnar munandi í bíðitíðini. Felagið hevur fingið fleiri fráboðanir frá foreldrum, har børnini eru avvíst, tá tey eru komin framat, við teirri grundgeving, at ov lítið er gjørt framanundan. Hettar er ein ótolandi støða at seta familjurnar í, og eiga heilsumynduleikarnir at gera greiðari mannagongdir og krøv fyri, hvat skal fyriliggja áðrenn ein ávísing verður gjørd.

Vit heita enn einaferð staðiliga á myndugleikarnir um at seta meira inn og fáa bíðilistan niður á nøktandi støði. Leinkja til bíðilistan er her

Listin til Vaksnapsykatriina
Sera fáar útgreiningar vórðu gjørdar gjøgnum árið, men í oktober og november gjørdi vaks.psyk. eitt stórt átak fyri fáa fleiri útgreinaði, og tað er  sera gott. Men við tað, at tað er so stórt undansleip, so veksur listin og er nú í 2025 methøgur. Tað verður alt ov lítið av fígging játtað og fólk er undir stórum trýsti og verða noydd at fara til privatar psykiatarar. Júst tað er eitt paradoks, tí mynduleikarnir leggja nógv eftir at tálma heilivágnum og hava tamarhald á hvør heilivágur verður útskrivaður og hvør kann útskriva.  T.d var uppskot sent okkum til hoyringar, har m.a. varð mælt til at nokta útlendskum psykiataraum at útskriva heilivág í Føroyum. Felagið heldur, at landið skuldi lagt seg eftir, at fingið øll útgreinaði ígjøgnum heilsuverkið og fingið allan heilivágin útskrivaðan gjøgnum heilsuverkið. Soleiðis hevði mynduleikarnir kunna haft stýring av heilivágnum og minimera nakran iva um misnýtslu ella víðarisøliu.
Støðan er alt annað enn nøktandi og vil felagið staðiliga enn einaferð heita á politiskt at uppraðfesta psykiatriina soleiðis at psykiatriska økið fær líknanadi bíðikøir somatiska økið hevur (hematologi 1mdr. eygnadeild 7mdr, reumatologi 2mdr.!) Leinkja til bíðilistan er her

Eingin skipaði tilboð eru til familjur tíðliga og áðrenn/uttan diagnosu
Almannaverkið hevur seinastu árini arbeitt við Heimaráðgevingini, ið er ráðgeving til foreldur at børnum undir 18 ár. Eitt sera gott og neyðugt tiltak.
Tó, so krevur tað aloftast diagnosu at sleppa framat Heimaráðgevingini. Tíverri, so eru eingi skipaði tilboð til familjur, hjá børnum í mistrívast, standa á bíðikø ella hvørs børn verða vend í hurðini á barnapsykiatriini. Foreldur sakna sera nógv familjuráðgeving tíðliga, tá avbjóðingarnar vísa seg. Hetta kundi verið gjørt í samstarvi við barnagarðar og skúlar. Í dag, varðir Sernám av hesum, og tað stendur í fólkaskúlalógini, at Sernám kann veita foreldraráðgeving. Orkan er tíverri ikki til tess, og tá tað stendur KANN ístaðin fyri SKAL, so er tað hendan sera týdningarmikla tíðliga hjálpin, ið verður raðfest frá, hóast tíðliga hjálp er nógv betri og bíligari hjálp. Vit sum felag halda, at hjálpin skuldi verið at fingið í nærumhvørvinum, og tí er upplagt, at kommunurnar, veita hesa ráðgeving, heldur enn Sernám.

Felagið arbeiðir við einari verkætlan, har vit bjóða evidensbaseraðu NFPP foreldravegleiðing út.

Ein tvørfaklig klinikk fyri øll neuropsykiatrisku brekini
Í staðin fyri at spjaða servitanina og fakligheitina ynskja vit eina tvørfakliga klinikk fyri allar aldursbólkar og øll tey nevropsykiatrisk brekini, ið eru ADHD/ADD, autismu, OCD, dysleksi, tics osf. Á tann hátt  kann klinikkin  taka hond um alla familjuna, ið gevur bestu meining, tí brekini eru sera arvalig. Tað er øll familjan, ið er ávirkað og skal spaða til, um familjulimurin/ -limirnir skula gagna viðgerðini optimalt.

Tiltøk, átøk og verkætlanir, sum ADHDfelagið hevur skipað fyri

Limatalið er enn vaksandi og eru nú fleiri enn 850 limir í felagnum
Felagið hevur eftir fáum árum meira enn fjørutifaldað limatalið. Stóra limatilgongdin sigur nakað um tørvin, týdningin av arbeiðnum hjá felagnum umframt ynski og krøv um broytingar í okkara samfelag. Tað er ein heiður, men eisini ein sera stór ábyrgd at fáa, tí megnar felagið at gera eitt gott arbeiði, so er felagið verða við til at betra munandi um gerandisdagin og framtíðarvánirnar hjá nógvum børnum og vaksnum við ADHD/ADD og teirra avvarandi.
Tað er okkara aðalmál – og fleiri vit eru, tess sterkari eru vit!

Limakaféir
Eins og undanfarin árini hava vit skipa fyri 10 limakaféum í 2025. Limakaféirnar verða hildnar í hølinum hjá ADHD-felagnum í MEGD húsinum.  Evnini hava verið Tryggingar, persónligar søgur, ADHD í gerandisdegnum vm.

Limakafé er hvønn 1.sunnudag í mánaðinum kl. 15 (undantikið í januar og august) – hetta fyri at gera tað lætt at minnast og forútsigiligt .

ADHDtilvitanarmánaður 2025
Evnið vit høvdu í 2025 var “1049 standa í bíðirøð til psykiatri, hvat er at gera?”

7 góð umboð fyri politisku flokkarnir komu at kjakast um longu bíðikøina til psykiatriina, og fingu høvið at koma við teirra boðum um, hvussu tryggja vit skjótari útgreining, rætta og rættstundis viðgerð?

Fyri at lýsa støðuna væl og virðiliga høvdu vit fingið fingið Tórunn H. Ósá, námslektara og Ph.d.lesandi, at leggja fram nýggj tøl úr sínari Ph.d verkætlan, sum snýr seg um børn við neurologiskum sjúkum í Føroyum og svøvntrupulleikar. Serliga greiddi Tórunn frá “Títtleikanum av ADHD og autismu hjá børnum og ungum í Føroyum og teirra fylgisjúkur frá 2004 til 2022”.

Tórmóður Stórá leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum greiddi frá støðuna á vaksinpsykiatriini í mun til ressursir, og hvørjar avleiðingar bíðitíðin hevur fyri tey sum bíða.

Ingolf S. Olsen stýrdi kjakinum og Eyð-Britt Tjaldrastein tiltakslimur í ADHD-felagnum hevði framløgu við einari øðrvísi hugleiðing um avleiðingarnar av ov seinari útgreining.

Vónandi kann hetta verða byrjanin til endan á longu bíðitíðini.

ADHDvegleiðingin
Samstarvið um ADHD/Autismuvegleiðingina hevur virkað væl. Uppgávurnar eru sera nógvar tí nógv fólk og stovnar seta seg í samband við vegleiðingina hvønn mánaða. Summi mál eru skjót og onnur heilt drúgv. Tað er alt frá telefon- og andlit-til andlits vegleiðing., hjásiting, kæruhjálp og

hjálp at útfylla og søkja eitthvørt. Vegleiðingin varð biðin um at skráseta hvørji yvirskipaðir problematikkir vegleitt verður um.  Sum sæst eru teir sera  ymiskir, men serliga afturvendandi eru evnini_ rúsevnir, skúlaaftran og barnavernd. Enn fær vegleiðingin og allir limirnir í nevndini sera nógvar fyrispurningar frá fólkum og foreldrum, sum spyrja um, hvussu ein verður útgreinaður og um bíðikø.

ADHD sjálvhjálparbólkar
Okkara sjálvhjálparbólkatoymið, við íalt 4 ymiskum bólkaleiðarum, hevur haft 10 bólkar fyri ávikavist børn, ung, menn, kvinnur og foreldur. Eini 8-10 luttakarar eru í miðal í hvørjum bólki. Sera stórur eftirspurningur er eftir bólkunum at verða tættari at fólkunum í Norðoyggjum, Suðuroy og í Vágum, men av tí at tað krevjast áleið 10-12 tilmeldingar til hvønn bólkin fyri at seta hann ígongd, hevur tað víst seg at verða ov trupult. Vit hava ikki góðar royndir við blandaðum bólkum.

Vit ynskja tí at roynarkoyra netbólkar umvegis Teams. Á hendan hátt røkka vit, umframt fólk úti kring alt landið, eisini fólk, ið aftra seg at fara út. Billede 1

Altjóða samstørv
Felagið er limur í ADHD Europe og ADHD Norden. Í fjør varð árliga norðurlendska ráðstevnan hildin í Reykjavík í mars 2025, og luttøku 8 lond, Ísland, Danmark, Svøríki, Noreg, Finland, Áland, Grønland og Føroyar.

Evnini vóru m.a. Medisin – útvikling og status í Norðurlondum og aðrastaðnis, Tryggingar, og flogferðsla/ferðsla.

Felagið upplýsir og kunnar kring landið
Felagið hevur haft nógvar framløgur bæði alment og fyri skúlaflokkum, fakfólkum Eisini Heilsumálaráðið og Almannaverkið hava bjóðað okkum til hoyrandi fundir. Tað eru vit sera takksom fyri, og byggir eisini undir uppáhaldinum, at ADHD er ein viðurkend diagnosa í okkara samfelag.

Samstarv er vegurin fram, og vit ynskja tætt samstarv við avvarandi stovnar. Vit hava haft árliga fundin við heimaráðgevingina hjá AV og vaksinpsykiatriina. Vit hava ynskt at fáa fund við barna- og ungdómspsykiatriina, men tey hava ikki víst áhuga.

ADHDviðurkenningin 2025

ADHDviðurkenningin varð latin til Tórunn Højgaard Ósá viðurkend fyri sítt megnar arbeiði. Serliga vilja vit heiðra hennara granskingararbeiði at vísa á avleiðingarnar av fylgisjúkum, sum standast av ov seinari útgreining, umframt menniskjaliga og samfelagsliga gagnið av at seta inn so tíðliga sum gjørligt.

Við sínari Ph.d.gransking broytir Tórunn fortreytirnar fyri okkara arbeiði, tí vit fáa hagtøl, djypri innlit og neyðug amboð, so vit kunnu seta inn við neyvum og røttum átøkum, til gagns fyri øll við ADHD í Føroyum. Ein sera stór og virðismikil gáva.

Limabræv, sosialir miðlar og fjølmiðlar
Vit hava fingið limabrævaskipan og senda áleið 6 talgild limabrøv út um árið. Umboð frá felagnum og onnur luttaka aktivt í almenna kjakinum bæði í bløðum, sosialu miðlunum og KVF.

Okkara fylgjaraskari veksur alsamt. Á facebook hava vit 4000 fylgjarar og á Instagram hava vit útvið 1300 fylgjarar.

Fígging og stuðul
Sera stóri limavøksturin og virksemi felagsins krevur størri fígging. Vit eru sera glað og takksom fyri játtanin frá Almanna- og Heilsumálaráðnum á 350.000kr, tó so er fíggingartørvurin tað tvífalda, sum vit fáa limagjaldi, stuðlum og søkja úr limagrunninum hjá MEGD.
Vit eru somuleiðis sera takksom fyri stuðulin frá Rynkeby Føroyar á kr. 135.000 og frá Landsinnsavningini hjá MEGD á kr. 58.940. SMSsamtakið stuðlaði aðalfundinum. Tórsgøta hevur verið dyggur stuðul við hølum, umframt vit møta sum heild sera stórari vælvild og hjálpsemi kring alt landið. 

Innarlig tøkk til allar stuðlar, limir og samstarvspartar
Hjartans tøkk – saman megna vit!

Vit vilja takka starvsfeløgunum í nevndini fyri eitt avbera gott og gevandi samstarv. Saman vilja vit takka limunum fyri dyggan stuðul og MEGD fyri holla ráðgeving, stuðul og sparring eins og øllum privatum fyritøkum, sum hava stuðlað við peningagávu. Kommunum fyri samstarv og stuðul. Serlig tøkk til tey fakfólk, sjálvboðin og politikarar, sum áhaldandi arbeiða fyri ADHD í Føroyum. Øll á Psykiatriska depilinum, barna- og ungdómspsykiatriini og Almannaverkinum, takk fyri sparring og gevandi luttøku á okkara limatiltøkum. Ein serlig tøkk til øll tykkum, sum vísa rúmligheit og taka eina serliga hond um fólk við ADHD, og sum á onkran hátt kasta í arbeiðið fyri, at tað skal verða betri at liva við ADHD í Føroyum.

Aðalfundurin hjá ADHD-felagnum 21. februar 2026

Góð undirtøka var fyri framløgu og aðalfundi hjá ADHD-felagnum. Fleiri limir enn vanligt møttu.

Forkvinnan, Bjørg Dam, bjóðaði vælkomin, og síðani helt barnafysioterapeuturin Beinta Bak Simonsen framløgu um “Moyggjabitin og Sjóhesturin – ein vegur til betri trivnað gjøgnum kroppin”. Hon greiddi frá neurofysiologiini í heilanum og týdninginum av kropsligari rørslu fyri trivnað og regulering hjá fólki við ADHD.

Á aðalfundinum legði forkvinnan fram ársfrágreiðingina. Felagið hevur nú yvir 850 limir og er sera virkið. Millum virksemið eru sjálvhjálparbólkar, ADHD-vegleiðing, limakafé, fyrilestrar við fakfólki og ráðgeving til dagstovnar og frítíðarskúlar.

Í arbeiðsætlanini fyri komandi árið er m.a. ætlan um sjálvhjálparbólkar á netinum, fleiri tiltøk kring landið og økt samstarv við myndugleikar fyri at stuðla familjum, ið eru hart raktar. Felagið arbeiðir eisini fyri styttri bíðitíðum til psykiatriina, har 1098 fólk í løtuni bíða eftir hjálp.

Á fundinum varð eisini kjak um luttøku á almennum tiltøkum og kjakum. Limir vístu á týdningin av virðiligum kjaki og at ADHD verður viðurkent. Felagið leggur dent á at upplýsa og luttaka í almenna kjakinum, men kann velja frá at luttaka og skapa undirtøku fyri tiltøkum, ið kunnu elva til spaðing, ótta ella misskiljing.

Á nevndarvalinum takkaði Óli á Garðamørk fyri seg, sum nevndarlimur.

Sonja Jógvansdóttir er nývald í nevndina. Barbara Jacobsen og Unn Eldevig Petersen eru nývaldar sum tiltakslimir. Nina Brockie Hansen og Eyð-Britt Tjaldrastein halda á fram sum tiltakslimir.

Nevndin skipaði seg á fundi 23. februar soleiðis:

Bjørg Dam (forfólk), Poula Patursson (næstforfólk), Maiken á Mýrini (skrivari og kassameistari), Pætur Nattestad Petersen, Petra Weihe, Birita Kjærbo og Sonja Jógvansdóttir.