Limakafé : “Moyggjabitin og Sjóhesturin” – ein vegur til betri trivnað gjøgnum kroppin

Kom og hoyr Beintu greiða frá nýggja venjingartilboðnum til børn og ung.

Venjingin fevnir um stuttligan fysiskan aktivitet, umframt fysio-edukatión um nervalagið, heilan og signalstoffini sum hava ávirkan á okkara trivnað. Hesi signalstoffini hava ávirkan á okkara kropsligu signalir so sum hjartabankan, ilt í búkinum, innara óró, svøvnloysi o.a. sum kann verða tekin um eitt strongt nervalag.

Endamálið er at geva børnunum eitt konkret verbalt mál fyri tí tey merkja, læra tey at skilja hví og geva teimum amboð at handfara hesu signalir væl.

Tiltakið er í hølinum hjá ADHDfelagnum í kjallaranum í MEGDhúsinum. Lættast er at parkerað í Jøkulsstrætið yvirav Grønlendingahúsinum og ganga inn í kjallaranum.

Tiltakið er fyri limir – til ber at melda seg til á staðnum

Les meir um tilboðið niðanfyri.