Áhugavert skeið um skíggjanýtslu hjá børnum/ungum við diagnosum eitt nú ADHD og Autismu
Mánadagin tann 24. februar 2025, kl. 09:00 til 16:00 verður áhugavert skeið í Smæruni við granskaranum og sálarfrøðinginum Aidu Bikic um skíggjanýtslu hjá børnum/ungum við diagnosum eitt nú ADHD og Autismu. Aida Bikic er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur eina ph.d um, hvussu telduvenjing ávirkar børn við ADHD. Aida granskar á Syddansk Universitet og í Barna- …. Continue Reading
Aðalfundur í ADHD felagnum verður sunnudagin 23. februar 2025, kl. 15:00
Sunnudagin 23. februar kl. 15:00 hevur ADHD felagið aðalfund. Fundurin verður hildið í Skúlanum við Løgmannabreyt kl. 15:00. Gestur verður Sonja Jógvansdóttir, sum kemur at hugleiða um ”Hvussu kemur tú ígjøgnum lesnaðin við ADHD”. Hon kemur millum annað inn á, hvørji eru hyggiráðini, hvørja hjálp, hvat kanst tú fáa, hvat kanst tu sjálv gera og …. Continue Reading
Námsvarpið vitjaði ADHD felagið
Pedagogfelagið hevur verið og vitja í ADHD felagnum og prátað við okkara forkvinnu Bjørg Dam og okkara Biritu Kjærbo, nevndarlim. Temaði er sjálvandi ADHD. Prátið verður koblað til námsfrøði, lærarayrkið, sálarfrøði og samfelagsrelateraði evnir. Eisini hoyra vit um persónligu søgurnar hjá Bjørg og Biritu. Nicodemus Líggjasson, sum er námsfrøđingur, er vertur í poddvarpinum (Námsvarpiđ) fyri …. Continue Reading
Tey 10 H´ini á Jólum
Desember mánaðurin er fullur av “øðrvísi” tingum bæði úti og heima og hetta hevur sum oftast við sær, at stresstøðið er hægri enn vanligt. Tann vanliga forútsigiligheitin og eisini strukturin er ikki í gerandisdegnum, og nógv er at hugsa um. Tá er gott at gera brúk av teimum 10 H´inum.
Bera & vinkonurnar
Mikudagin 20. november var felagið við til móttøku av bókini & , sum Bára Silvansdóttir hevur skrivað. Bára sigur soleiðis: Eitt heystkvøld fyri 3 árum síðani fekk eg hugskotið til hesa bók. Uttan at eg sjálv ætlaði tað, kom søgan til mín, á besta ADHD – hátt, næstan orð fyri orð. Søgan um & snýr …. Continue Reading