Av teimum 12 viðskiftafólkunum, sum eru inni ísenn, er altíð onkur við ADHD, onkuntíð eru tey fleiri. Harumframt hava vit eisini havt viðtalur við fangar í Mjørkadali, sum longu eru endaði í kriminaliteti. Tað sigur virkandi leiðarin á Blákrossheiminum. Har eru tey farin at gera snarkanningar fyri ADHD, av fólkum, ið koma til viðgerðar fyri rúsnýtsluórógv.
Á Blákrossheiminum á Nesi er pláss fyri 12 fólkum í viðgerð. Hvør viðgerð er í áleið sjey vikur. Um talan so er um døgnviðgerð ella ambulanta viðgerð, er endamálið altíð tað sama: at hjálpa menniskjum við rúsnýtsluórógvi. Fyri summi av teimum, er fyrsta vitjanin á Blákrossheiminum, eisini fyrsta møti við ADHD. Tí á Blákrossheiminum hava tey, seinastu árini, gjørt sokallaðar snarkanningar av viðskiftafólki, fyri eitt nú ADHD. Av teimum, sum leitaðu sær viðgerð á Blákrossheiminum í 2021, vísti tað seg at 26% av teimum, antin høvdu eina ADHD diagnosu ella fingu hana, meðan tey vóru í viðgerð fyri rúsnýtsluórógv.
“Síðan vit byrjaðu við MAP-plan spurnarbløðunum á summri í fjør, eru uppaftur fleiri, ið vit fáa illgruna um, hava ADHD, tá tey koma til okkara.” Tað sigur virkandi leiðarin á Blákrossheiminum, Leivur á Lakjuni. Leivur á Lakjuni er útbúgvin innan sálarfrøði og hevur starvast sum sálarviðgeri á rúsnýtsluøkinum seinastu 11 árini. Seinasta árið hevur hann verið virkandi leiðari á Blákrossheiminum á Nesi. MAP-spurnarbløðini, ið Leivur á Lakjuni vísur á, eru nakrir ávísir spurningar, ið verða settir viðskiftafólkunum, tá tey fyrstuferð koma til eina samrøðu á Blákrossheiminum. Við júst MAP-spurnarblaðnum verður spurt nærri inn til persónin og eisini sálarligu viðurskiftini hjá einstaka persóninum. Tað er her, at viðkomandi kann fortelja hvørt hann ella hon, til dømis hevur ADHD og tað er samstundis eisini her, at fyrsti illgrunin til óviðgjørt ADHD kann stinga seg upp.
Undir vanligum umstøðum skal ein persónur, har illgruni er um ADHD, ígjøgnum tríggjar kanningar. Á Blákrossheiminum hava tey førleikarnar at gera tvær tær fyrstu. Er illgruni um ADHD, fáa viðskiftafólkini í boðið, at gera hesar fyrstu kanningarnar. Økja tær mistankan um ADHD, verða viðskiftafólkini send víðari til psykiatriina. “Tað er ein lætti, fyri tey allarflestu, tá tey fáa at vita, at kanningarnar benda á ADHD. Tey fáa eina forkláring uppá so nógv viðurskifti í teirra lívi”, sigur Leivur á Lakjuni.
Greiður samanhangur ímillum óviðgjørt ADHD og rúsnýtsluórógv
Tá viðskiftafólk fara á Blákrossheimið og fara í viðgerð, krevur tað í roynd og veru nógv av teimum. Eitt er at rúsnýtsluórógvið skal steðga. Eitt annað er, at tað í sjálvari viðgerðini krevur nakað av persónunum.
“Nógvir av DAT førleikunum snúgva seg um, at fáa ein struktur í gerandisdagin. Tí hjálpir DAT viðgerðin í so máta. Viðgerðin hevði tó verið effektivari, um tey vórðu sett í heilivágsviðgerð samstundis, sum tey vóru í DAT viðgerð, tí tað hevði verið lættari hjá teimum at hugsavna seg um viðgerðina[1]”, sigur Leivur á Lakjuni.
Tað er júst hetta við hugsavnanini, ið er ein avbjóðing fyri ein við ADHD – tí tað er ofta torført at hugsavna seg, hevur ein ADHD. Tá verður ein sjálvmedisinering ein typiskur máti at skapa frið í eitt rastleyst sinni og likam.
Um samanborið verður ímillum fólk við rúsnýtsluórógvi, sum hava ADHD og ikki, so vísa kanningar, at fólk við ADHD hava lyndi til at byrja fyrr við at rúsa seg. Tey hava eisini lyndi til at rúsa seg ógvusligari og tað vísur seg at vera truplari hjá teimum at gerast edrú. Nakrar av gjøgnumgangandi orsøkunum til tað eru sjálvmedisinering og sjálvsvirði. Harumframt kenna fólk við ADHD seg ofta undirstimbraði í gerandisdegnum, og tá kunnu rúsandi evni skapa meir spenning. Harumframt er eitt lív við lágum sjálvsvirði og lágum sjálvsáliti rættuliga gjøgnumgangandi, fyri tey við óviðgjørdum ADHD. Tey hava eina impulsiva og ofta hyperaktiva atferð. Longu frá barnsbeini setur hetta tey í støður við negativum og revsandi mótsvari frá øðrum.
Fleiri av teimum, ið longu hava ment eitt rúsnýtsluórógv, og tí koma á Blákrossheimið, eru ikki útgreinaði fyri ADHD. “Tá eru tað gleðiboð hjá teimum, at fáa at vita, at mistanki er um at viðkomandi hevur ADHD. Tí, tað er nakað, sum tey fáa gjørt okkurt við. Tað eru nemliga nógv, sum hava fingið tamarhald á teirra rúsmisnýtslu, tá tey fáa forstáilsi fyri sær sjálvum og eisini fáa røttu medisinsku hjálpina “, sigur Leivur á Lakjuni.
Kenna væl til samanhangin ímillum ADHD og ikki bara rúsnýtsluórógv, men eisini aðrar misnýtslur
Í ADHD-felagnum, sum hevur omanfyri 550 limir, kenna tey eisini væl til samanhangin ímillum ADHD og rúsnýtsluórógv og aðrar misnýtslur. Tað eru bæði ung og eldri, ið hava havt ella hava eina misnýtslu, sum stríðast við tað hvønn dag. Til tað hava tey sjálvhjálparbólkar, bæði fyri børn og ung, har tey royna at lata tey væl í, fyri at megna at standa ímóti freistingunum. Hetta er eitt nú fyri ovurát, ludomani og perfektionismu, sum er ein beinleiðis avleiðing av óviðgjørdum ADHD. “Skal eydnast at fáa bilbugt við misnýtsluna, er alneyðugt at fáa hjálp fyri ADHD”, sigur forkvinnan í ADHD-felagnum, Bjørg Dam og leggur afturat, at “fáa tey ikki neyðugu hjálpina, vísur tað seg at tey enda aftur og aftur í viðgerð, har tey so fáa hjálp fyri symptomini og ikki grundleggjandi orsøkina – ADHD. Og tað er niðurbrótandi fyri eitt menniskja.”
Stór líkindi at enda í kriminaliteti
Í starvinum sum sálarviðgerði, hevur Leivur á Lakjuni samrøður við viðskiftafólk, ið koma á Blákrossheimið. Hetta eru persónar av báðum kynum, í øllum aldri og úr øllum samfelagsløgum. “Tú hevði kanska verið yvirraskað, um tú sá, hvørji tey eru, sum koma inn til okkara til viðgerð fyri rúsnýtsluórógv.”, sigur virkandi leiðarin, sum umframt samrøður við fólk, ið koma á Blákrossheimið, eisini við jøvnum millumbilum frá 2019 til í summar, vitjaði fangar í Mjørkadali. “Tað er ein beinleiðis samanhangur ímillum óviðgjørt ADHD og útlitini fyri at enda í kriminaliteti. Tað vísa okkara royndir eisini. Tú hevur verri við at stýra tínum impulsum. Hyperaktiviteturin er ofta hægri. Tí nært tú ikki altíð at hugsa um avleiðingar líka skjótt, sum ein persónur, ið ikki hevur ADHD. Tí ert tú eisini meir útsett/ur fyri at menna eitt rúsnýtsluórógv”. Eitt nú vísa kanningar í Danmark, at umleið helvtin av teimum, sum sita dóm í donskum fongslum hava ADHD.
Í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022 – 2028, varð í fleiri førum víst á júst hendan samanhangin. Í tí sambandi vóru eisini fleiri myndugleikar, politikkarar og felagsskapir, sum róptu varskó um, at neyðugt er at gera meiri fyri at veita viðgerð og hjálp til fangar við millum annað ADHD.
Í hesum sambandi hevur ADHD-felagið sjálvt eisini í fleiri førum víst á týdningin av at seta inn, skjótast gjørligt. Eina diagnostisering, og um neyðugt heilivág, longu áðrenn ein persónur við ADHD hevur ment sær eitt rúsnýtsluórógv og harvið økt um útlitini at enda í kriminaliteti. “Til tað krevst eitt skump undir bíðilistarnar til útgreining á psykiatriska deplinum. Skal tað verða veruleiki, er neyðugt at politiski myndugleikin sær álvaran og týdningin, av at seta inn fyrr”, sigur forkvinnan í ADHD-felagnum, Bjørg Dam.
Greið áheitan á politiska myndugleikan – set inn nú!
Frá juni mánaði í ár, hava sambært hagtølunum verið fýra forsamrøður verið, í samband við útgreiningar av ADHD – 293 fólk standa á bíðilistanum. Bíðitíðin er tískil, eins og hjá børnum og ungum, lang. Í verandi løtu skulu vaksin bíða í hálvt annað ár, meðan børn og ung skulu bíða í tvey ár, at sleppa framat til útgreiningar. Samanlagt snýr tað seg um 578 persónar, sum bíða eftir at sleppa framat.
Sambært hagtølum hjá WHO, eru fimm prosent, ið hava neurologisku avbjóðingina, ADHD. Í Íslandi verður mett at talið er nærri teimum sjey til tíggju prosentunum, tí talan er um eitt lítið samfelag. Tí kann eisini hugsast, at tølini eru nakað hægri í Føroyum, enn tey fimm prosentini, ið WHO sigur. Roknað verður tískil við, at eini 2500 – 3000 fólk í Føroyum, hava ADHD. Harav 1000 – 1500 enn eru ódiagnostiseraði.
“Vit tosa um neurologi! Hetta hevur sera lítið við uppvøkstur at gera. Hesi fólkini eru fødd neurologiskt annarleiðis, sum ger teirra gerandisdag meir avbjóðandi enn hjá øðrum.”, sigur Leivur á Lakjuni, sum samstundis heitir á politiska myndugleikan um at seta alt inn, fyri at fáa bilbugt við bíðilistarnar, her og nú. “Um tað so skulu tíggju fólk til tað, so ger tað! Bíðilistin má burtur. Tá hann so er burtur, so vita vit betri, hvør tørvurin er frameftir og tørvur verður kanska ikki á eins nógvum fólkum, at starvast innan økið. Men setið alt inn, nú!”.
Meðan viðgerðartíðin hjá viðskiftafólkunum gongur á Blákrossheiminum, fer ADHD´ið ongan veg. Við so greiðum samanhangi ímillum óviðgjørt ADHD og tað at enda í kriminaliteti, kann hugsast at bíðitíðin til útgreining eisini hevur við sær, at útlitini fyri at enda í kriminaliteti gerast uppaftur størri.
Skrivað hevur Elsa Maria Magnusardóttir Olsen
28. november 2023
[1] FAKTABOKS:
DAT-viðgerðarhátturin er ein dialektisk atferðarterapi. Her fáa viðskiftafólkini millum annað førleikavenjing innan ávís økir. Hesi økini eru innan uppmerksemi, relatiónir, kenslur og kreppur.