Jólini eru hugnaligt, men kunnu vera stressandi fyri børn við ADHD. Jólahald, jólaklipp, nissuvinir, jólakonsertir, familjutiltøk, jólaveitslur og foreldur, ið skulu náa alt, sum tey skulu.
Alt øðrvísi enn tað plagar.
Nógv foreldur upplíva, at børnini verða yvirstimulerað í desember mánaða. Bæði av øllum tí, sum er øðrvísi, men eisini av øllum spenninginum og at gleða seg til alt møguligt.
Fleiri góð ráð eru og eisini góð amboð. Til dømis, at brúka tey 10 H’ini at fyrireika børnini áðrenn tiltøk og at gera desember mánaða visuellan, so tað er lætt at fylgja við, nær tey ymisku tiltøkini eru.
Eisini eru gott við einari jólaskrá, har vit kunnu seta tíðspunkt á alt tað, sum skal henda jólaaftan.
Les meira um góðu ráðini frá Beintu Nørspang Davidsen til eini góð ADHD jól á okkara heimasíðu https://adhd.fo/…/231105_ADHD-vinarlig-jol_Beinta.N…


