Mánadagin tann 24. februar 2025, kl. 09:00 til 16:00 verður áhugavert skeið í Smæruni við granskaranum og sálarfrøðinginum Aidu Bikic um skíggjanýtslu hjá børnum/ungum við diagnosum eitt nú ADHD og Autismu.
Aida Bikic er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur eina ph.d um, hvussu telduvenjing ávirkar børn við ADHD. Aida granskar á Syddansk Universitet og í Barna- og ungdómspsykiatriini í Suðurjyllandi, og hon stendur á odda fyri fleiri kanningum, ið kanna, hvussu skíggjatíð ávirkar børn/ung kensluliga og kognitivt
Børn og ung brúka nógva tíð á skíggjum, og hjá børnum við diagnosum er skíggjatíðin ofta sera stór, millum 60 og 80 tímar um vikuna. Sambært serfrøðingum elva mongu tímarnir framman fyri skíggja til mistrivna. Fægstu fakpersónar vita, hvussu teir skulu handfara spurningin um skíggjatíð, serliga tí børn/ung ofta tykjast slappa av og gerast rólig við skíggjunum. Telduspøl og sosialir miðlar geva ADHD heilanum tað dopaminið, honum leingist eftir, men talan er um stutttíðar vælnøgd, ið kann elva til fleiri súmptom, bundinskap og negativar atferðarbroytingar.
Á skeiðnum fært tú amboð, so tú kanst hjálpa familjum og øðrum fakpersónum við at minka um skíggjatíðina og økja trivnaðin.
Til ber at tekna seg við at senda ein teldupost til grit@grit.fo ella ringja til Gitte Klein á 730730.
Kostnaðurin er kr. 2350 (10% avsláttur, um fleiri enn fimm tekna seg)
Les meira um skeiði á www.grit.fo