Ársfrágreiðingin 2024

Ársfrágreiðingin frá ADHDfelagnum fyri 2024.

ADHD felagið 2.0

Nevndin er nú samd í at seta flugubein við #Viðurkenning.  Hetta er tí at vit í 2019 settu okkum tað sum mál, at vinna ADHD og ADD viðurkenning frá føroyska samfelagnum. Hetta var ein heilt onnur tíð har ADHD/ADD sera sjáldan varð tikið upp á tungu. Eingin tosaði opið um tað, og vit høvdu onga fyrimynd ella rætta  mynd, hvørki av fólkum við ADHD ella av diagnosuni í Føroyum.

ADHD var sera stigmatiserað, ókent og vitanin sera sera lítil.

Felagið gjørdi tá stutttíðar og langtíðar strategiir, sum vit eru sera fegin um at kunna siga, hava partvíst borið á mál, tí nú síggja og hoyra vit, at Føroyar viðurkennir ADHD.

Tað merkir tó als ikki, at alt er perfekt, men heldur skal leggjast í úttaluna, at nú er grundarlagið sett, tí Føroyska samfelagið viðurkennir, at nógvir føroyingar eru føddir við einum ættarbregi, ið ger teir serliga viðkvæmir fyri ovbyrjing og strongd vegna ov høga kravsetan og óhóskandi umhvørvir, tí menningin av teimum eksekutivu funktióninum er ikki aldurssvarandi. 

Føroyska samfelagið viðurkennir, at børn skula hava tíðliga hjálp og at vaksin eisini tørva hjálp, og at hjálpin er ofta medisinsk, altíð sjálvsmenning og altíð tillagingar í umhvørvinum. 

Sum felag, merkja vit munin so væl, tí tá vit fara út til sparringar, hoyringar ella greiða frá ADHD, so skula vit ikki fyrst yvirbevísa lurtarin, at ADHD er til og hvat ADHD er. Nú kunna vit tosa um, hvussu vit kunnu innrætta samfelagið, soleiðis at fólk við ADHD/ADD eisini kunnu nema sær útbúgving, luttaka í frítíðaraktivitetum og hava eitt gott og langt arbeiðslív.

Vit kenna tað tí soleiðis, at vit skula komandi árið endurmeta og endurskoða okkum sum felag, og finna útav, hvørjar eru okkara uppgávur og seta okkum nýggj mál.

Vit eru ADHD felagið 2.0. 

Hendan frágreiðing skal geva mynd av árinum 2024 í Føroyum út frá einum ADHD sjónarhorni. Felagið ynskir at verða ein virðiligir samstarvs- og hoyringspartur og vónandi kann frágreiðingin lýsa støðuna í dag og vísa á, hvar tørvur er á batum. Frágreiðingin er deild upp í tvey evnir, har eg fyrst seti orð á nøkur samfelagsviðurskifti, sum ávirka beinleiðis okkara limir og ódiagnosteraði við ADHD. Eisini  vísi eg á tiltøk og virksemi, vit sum felag hava skipað fyri ella verið partur av, fyri at vísa á fjølbroytta virksemi í fjør. Brotini eru deild upp eftir evni við yvirskriftum og við leinkjum til keldur, soleiðis at tú sum lesari, kann seta teg inn í málini, sum røra seg.

Vegna nevndina í ADHD felagnum
Bjørg Dam, forkvinna

Samfelagslig viðurskifti

Børn kring landið verða ójavnsett
Barnaverndirnar kring landið eru sera ymiskar. Tí óttast bæði løgtingsfólk og vit í ADHD felagnum fyri, at børn kring landið ikki eru javnstillað, og at summi børn fáa nógv verri tilboð enn onnur, sum búgva í kommunum við fakligum og fíggarliga sterkum barnaverndum.

Vit eru við sum hjásiti í fleiri førum og kenna problematikkin væl aftur. Serliga er afturvendandi, at vitanin og forstáilsi fyri ADHD kann gera, at skeivar avgerðir verða tiknar, tí forreldur verða misskilt. ‘

Vit hava verið hoyringspartur í “Heilsutænastur í nærumhvørvinum” har vit vísa á, at hesir kunna verða ein partur av loysnini við at fáa fakligheitina betri út kring landið, um serligir ADHD sjúkrarøktarfrøðingar ella spesialiseraðir ráðgevarar, kunnu koma út í heilsudeplarnir at geva samrøður, heilivágsuppfylging, ráðgeving v.m.  Les hoyringsskrivið her.

Vitanin og fakligheitin um ADHD alt ov lítil
Stovnar, skúlar, arbeiðspláss, privat ja øll eftirspyrja vitan og hægri fakligheit. Úrslitini tala fyri seg, at tá fólk við ADHD fáa betri karmar, rúmligheit og hjálpiamboð trívast tey nógv betri. Tí eigur tað almenna eins og tað privata at raðfesta endurútbúgvingar, skeiðir og upplýsandi tiltøk um ADHD.

Bíðilistin til Barnapsykiatriina
Tess fyrr børn fáa staðfest ADHD/ADD tess betri eru útlitini fyri góðari lívsgóðsku máld í lívslongd, inntøkur og útbúgvinarstøði. Tí er eitt av okkara aðalmálum, at børn fáa tíðliga útgreining.
 
Bíðitíðin á Barna- og ungdómspsykiatriini sær út gjøgnum árið at liggjur um teir 18 mánaðirnar, ið vit meta er alt ov leingi fyri børn og ung at bíða Tí tað er ein sannroynd, at menningin hjá børnunum ávirkast og trivnaðurin versnar munandi í bíðitíðini. Felagið hevur fingið fleiri fráboðanir frá foreldrum, har børnini eru avvíst, tá tey eru komin framat, við teirri grundgeving, at ov lítið er gjørt framanundan. Hettar er ein ótolandi støða at seta familjurnar í, og eiga heilsumynduleikarnir at gera greiðari mannagongdir og krøv fyri, hvat skal fyriliggja áðrenn ein ávísing verður gjørd.

Vit heita enn einaferð staðiliga á myndugleikarnir um at seta meira inn og fáa bíðilistan niður á nøktandi støði. Leinkja til bíðilistan er her

Bíðilistin til Vaksnapsykiatriina
Sera fáar útgreiningar vórðu gjørdar gjøgnum árið, men í oktober og november gjørdi vaks.psyk. eitt stórt átak fyri at fáa fleiri útgreinaði, og tað er  sera gott. Men við tað, at tað er so stórt undansleip, so veksur listin og er nú í 2025 methøgur. Tað verður alt ov lítið av fígging játtað og fólk er undir stórum trýsti og verða noydd at fara til privatar psykiatarar. Júst tað er eitt paradoks, tí mynduleikarnir leggja nógv eftir at tálma heilivágnum og hava tamarhald á hvør heilivágur verður útskrivaður og hvør kann útskriva.  T.d var uppskot sent okkum til hoyringar, har m.a. varð mælt til at nokta útlendskum psykiataraum at útskriva heilivág í Føroyum. Felagið heldur, at landið skuldi lagt seg eftir, at fingið øll útgreinaði ígjøgnum heilsuverkið og fingið allan heilivágin útskrivaðan gjøgnum heilsuverkið. Soleiðis hevði mynduleikarnir kunna haft stýring av heilivágnum og minimera nakran iva um misnýtslu ella víðarisøliu.
Støðan er alt annað enn nøktandi og vil felagið staðiliga enn einaferð heita á politiskt at uppraðfesta psykiatriina soleiðis at psykiatriska økið fær líknanadi bíðikøir somatiska økið hevur (hematologi 1mdr. eygnadeild 7mdr, reumatologi 2mdr.!) Leinkja til bíðilistan er her

Eingin skipaði tilboð eru til familjur tíðliga og áðrenn ella uttan diagnosu
Almannaverkið hevur seinastu 3-4 árini arbeitt við Heimaráðgevingini, ið er ráðgeving til foreldur at børnum undir 18 ár. Eitt sera gott og neyðugt tiltak.
Tó, so krevur tað aloftast diagnosu at sleppa framat Heimaráðgevingini. Tíverri, so eru eingi skipaði tilboð til familjur, hjá børnum í mistrívast, standa á bíðikø ella hvørs børn verða vend í hurðini á barnapsykiatriini. Foreldur sakna sera nógv familjuráðgeving tíðliga, tá avbjóðingarnar vísa seg. Hetta kundi verið gjørt í samstarvi við barnagarðar og skúlar. Í dag, varðir Sernám av hesum, og tað stendur í fólkaskúlalógini, at Sernám kann veita foreldraráðgeving. Orkan er tíverri ikki til tess, og tá tað stendur KANN ístaðin fyri SKAL, so er tað hendan sera týdningarmikla tíðliga hjálpin, ið verður raðfest frá, hóast tíðliga hjálp er nógv betri og bíligari hjálp. Vit sum felag halda, at hjálpin skuldi verið at fingið í nærumhvørvinum, og tí er upplagt, at kommunurnar, veita hesa ráðgeving, heldur enn Sernám.

Ein tvørfaklig klinikk fyri øll neuropsykiatrisku brekini
Í staðin fyri at spjaða servitanina og fakligheitina ynskja vit eina tvørfakliga klinikk fyri allar aldursbólkar og øll tey nevropsykiatrisk brekini, ið eru ADHD/ADD, autismu, OCD, dysleksi, tics osf. Á tann hátt  kann klinikkin  taka hond um alla familjuna, ið gevur bestu meining, tí brekini eru sera arvalig. Tað er øll familjan, ið er ávirkað og skal spaða til, um familjulimurin/ -limirnir skula gagna viðgerðini optimalt.

Barnaverkætlanin er ein langskygdur bati
Umboð úr ADHDfelagnum luttók í fleiri av verkstovunum, sum BUMR skipaði fyri og tað eru vit sera takksom fyri. Vit gleðast yvir, at ein 3 ára royndarverkætlan er sett í verk í Vági við einum netsamskipara, sum skal virka sum sambandi millum kommunalu eindirnar, almennu tænasturnar og heimini. Netsamskiparin kemur eisini við tilmælum til fyribyrgjandi arbeiði og menning av tænastum, sum gagna børn og ung.

Tó so stúra vit enn fyri, at sera langskygdu ætlaninunum við verkætlanini steðga neyðugu tiltøkunum, ið skula gerast beinanvegin fyri tey børn, sum bíða ella mangla viðgerð og hjálp her og nú.

Dýrari heilivágur er ein byrða omaná byrðu
Hægri egingjald á heilivági ger fíggjarligu gjónna ímillum fólk, ið muga taka heilivág og onnur enn størri. Vit stúra fyri, at ung undir lesnaði ikki hava ráð til heilivágin. At familjur við fleiri ungum børnum ikki hava ráð, at keypa heilivágin til teirra ungu. Í hoyringsskrivi mótmæltu vit staðiliga hækkanina og heitti á landið at veita lesandi ókeypis heilivág. Hetta fyri at tryggja, at ung megna at taka eina útbúgving og ikki noyðast at taka ov nógv arbeiði við síðunar av lesnaðin fyri at fáa ráð til heilivágin.
Les hoyringsskrivið her

Tiltøk, átøk og verkætlanir, sum ADHDfelagið hevur skipað fyri

Limatalið er vaksandi og er nú farið upp um 750 limir
Felagið hevur eftir fáum árum meira enn fjørutifaldað limatalið. Stóra limatilgongdin sigur nakað um tørvin, týdningin av arbeiðnum hjá felagnum umframt ynski og krøv um broytingar í okkara samfelag. Tað er ein heiður, men eisini ein sera stór ábyrgd at fáa, tí megnar felagið at gera eitt gott arbeiði, so er felagið verða við til at betra munandi um gerandisdagin og framtíðarvánirnar hjá nógvum børnum og vaksnum við ADHD/ADD og teirra avvarandi.
Tað er okkara aðalmál – og fleiri vit eru, tess sterkari eru vit!

Limakaféir
Vit hava skipað fyri 9 limakaféum í 2024, bæði í Havn, Tvøroyri og Klaksvík við framløgum, hugna og ein jólafest fyri børnum. Evnini hava verið líka frá bíðilistar til útgreining, til at hava bæði ADHD og autismu og til ADHD-vinarlig jól. Limakafé er hvønn 1.sunnudag í mánaðinum kl. 15 (undantikið í januar og august) – hetta fyri at gera tað lætt at minnast og forútsigiligt.

ADHDtilvitanarmánaður 2024
Evnið  vit høvdu í 2004 var “Øll læra IKKI líka”  og í endatiltakinum seinast í oktober bjóðaðu vit granskararum frá Setrinum inn at halda framløgur, forkvinnuna í felagnum fyri orðblindalærarar og einari ungari damu, sum júst var liðug á Glasir við einum sera flottum prógvi hóast fólkaskúlaárini vóru sera trupul. Hesi skuldu verða við til, at seta orð á “Hvussu læra vit so?

ADHDvegleiðingin

Samstarvið um ADHD/Autismuvegleiðingina hevur virkað væl. Uppgávurnar eru sera nógvar tí nógv fólk og stovnar seta seg í sambandi við vegleiðingina hvønn mánaða. Summi mál eru skjót og onnur heilt drúgv. Tað er alt frá telefon- og anlit til anlitsvegleiðing, hjásiting, kæruhjálp og hjálp at útfylla og søkja eitt hvørt. Vegleiðingin varð biðin u at skráseta hvøji yvirskipaðir problematikkir vegleitt verður um. Sum sæst eru teir sera ymiskir, men serliga afturvendandi eru evnini rúsevnir, skúlaaftran og barnavernd. Enn fær vegleiðingin og allir limirnir í nevndini sera nógvar fyrispurningar frá fólkum og foeldrum, sum spyrja um, hvussu ein verður útgreinaður og um bíðikø.

ADHD sjálvhjálparbólkar
Okkara sjálvhjálparbólkatoymið, við íalt 4 ymiskum bólkaleiðarum, hevur haft 10 bólkar fyri ávikavist børn, ung, menn, kvinnur og foreldur. Eini 8-10 luttakarar eru í miðal í hvørjum bólki. Sera stórur eftirspurningur er eftir bólkunum at verða tættari at fólkunum í Norðoyggjum, Suðuroy og í Vágum, men av tí at tað krevjast áleið 10-12 tilmeldingar til hvønn bólkin fyri at seta hann ígongd, hevur tað víst seg at verða ov trupult. Vit hava ikki góðar royndir við blandaðum bólkum.

Tí fara vit at royndarkoyra netbólkar umvegis Teams. Á hendan hátt røkka  vit,umframt fólk úti kring alt landið, eisini fólk, ið aftra seg at fara út.

Altjóða samstørv
Felagið  er limur í ADHD Europe og ADHD Norden. Í fjør vórðu vit vertir fyri fyrstu ferð fyri ADHD Norden.  Tað gekk sera væl og hevur heilt víst styrkt um samstarvið við okkara systrafeløg í Íslandi, Danmark, Svøríki, Norra, Finlandi, Grønlandi og Álandi. Danmark var vertur í 2024 og vórðu tvey umboð fyri felagið í Keypmannahavn í mai.

Felagið upplýsir og kunnar kring landið
Felagið hevur haft nógvar framløgur bæði alment og fyri skúlaflokkum, fakfólkum og sum nakað nýtt luttóku vit í arbeiðsbólkum í barnaverkætlaninni. Eisini Heilsumálaráðið og Almannaverkið hava bjóða okkum til hoyrandi fundir. Tað eru vit sera takksom fyri, og byggir eisini undir uppáhaldinum, at ADHD er ein viðurkend diagnosa í okkara samfelag.

Samstarv er vegurin fram, og vit ynskja tætt samstarv við avvarandi stovnar. Vit hava haft árliga fundin við heimaráðgevingina hjá AV og vaksinpsykiatriina. Vit hava ynskt at fáa fund við barna- og ungdómspsykiatriina, men tey hava ikki víst áhuga. Umboð fyri ADHD felagið situr seinastu setuna á hesum sinni í starvsnevndini í MEGD.

ADHDviðurkenningin til Maybritt við Strond

Ein samd nevnd avgjørdi, at Maybritt við Strond skuldi hava ADHD viðurkenningina í 2024. Maybritt hevur verið vegleiðari í felags ADHD- og autismuvegleiðingini síðani 2021. Eisini er Maybritt bólkaleiðari í barna- og ungdómsbólkunum í ADHD felagnum. Gjøgnum sítt arbeiði hevur Maybritt hjálpt nógvum børnum, ungum og foreldrum. Maybritt er sera væl skikkað til at vera vegleiðari í ADHD og autismufelagnum. Hon hevur stóra vitan, nógvar royndir, og so hevur hon eitt serligt blítt og heitt lyndi, so fólk kenna seg væl, tá tey koma til hennara

Vit hoyra javnan frá fólki við ADHD, og serliga foreldrum at børnum við ADHD, at Maybritt hevur gjørt stóran mun í lívi teirra við at lurta og geva eina framúr skikkaða vegleiðing innan alt frá at skipa gerandisdagin, til hjálpiamboð í skúlanum til at vera við sum hjásiti til truplar fundir.

Vit hava eisini merkt hennara eldhuga, og Maybritt hevur  veitt nevndini fakligt innlit innan nógv øki. Vit eru errin av, at handa ársins ADHD viðurkenning 2024 til Maybritt við Strond. 

Nýggjar bøkur í 2024

Tvær nýggjar barnabøkur komu út í 2024, og bókin Svørt Orkidé hjá Vónbjørt Vang.

Undirfullir Heilar er heitið á upplýsandi barnabókini, ið fangar ymiskleikan og lærir okkum, at fevna um ymiskleikan í okkara heilum. Henda hugvekjandi bókin setur orð á fjølbroytnið í okkara heilum og basir stereotypum við at varpa ljós á allar teir frálíku førleikarnar, sum neurodiversir einstaklingar hava. Bókin greiðir m.a. frá, hvussu heilin er settur saman, og lýsir autismu, ADHD, OCD, angist, orðblindni og mangt annað á lættlesiligan og læruríkan hátt. Beinir Bergson hevur týtt bókina til føroyskt.

Bera & vinkonurnar er heitið á barnabókini, sum Bára Silvansdóttir hevur skrivað. Bókin lýsir, á ein barnavinarligan hátt, hvussu tað kennist at hava menningarórógv og hvørjar avbjóðingar ein kann hava, orsakað av hesum. Eisini verður víst á hvørjar eginleikar eru og kann bókin verða við til, at geva børnum (ið hava ADHD) eina betri sjálvsfatan.

Í bókini Svørt orkidélýsir Vónbjørt sambandið millum mammu og barn, á nýggjan hátt. Ein mamma leitar eftir røttu orðunum um sína sorg og sínar royndir at røkka einum soni, sum sálarliga hevur tað trupult. Bókin er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum.M.A. Jacobsen virðislønina fyri fagrar bókmentir 2024 varð latin Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt Orkidé.

Limabræv, sosialir miðlar og fjølmiðlar
Vit hava fingið limabrævaskipan og senda áleið 6-8 talgild limabrøv út um árið. Umboð frá felagnum og onnur luttaka aktivt í almenna kjakinum bæði í bløðum, sosialu miðlunum og KVF. Okkara fylgjaraskari veksur alsamt, og eru vit nú eisini aktiv á Instagram, har vit hava 1200 fylgjarar og á Facebook 3800.

Samskipari 15 tímar um vikuna
Sera stóri limavøksturin og stóra virksemi felagsins krevur sera nógva samskipan. Herd krøv til felagið vegna tað, at vit fáa almenna fígging, herd GPDR krøv og fyri at kunna menna felagið og áhaldandi kunna veita somu tænastur, so má støðufesti til. Málið varð, at ADHD felagið skal verða eitt burðardygt felag, sum byggir á solidt fundament, góðar og tryggar KT skipanir, ið eru kravdar fyri at umsita limalistar og kunna senda rokningar. Eisini skal felagið ikki verða bundið at ávísum fólkum, men skal verða burðardygt soleiðis, at fer eitt lyklafólk frá, skula onnur kunna og vilja traðka til. Alt hettar ber bert til, um nakrir tímar verða løntir.

Fígging og stuðul
Sera stóri limavøksturin og virksemi felagsins krevur størri fígging. Tí eru vit sera glað fyri, at játtanin frá Almannaráðnum er 350.000kr, tó so er fíggingartørvurin tað tvífalda, sum vit fáa limagjaldi, stuðlum og søkja úr limagrunninum hjá MEGD.
Vit eru sera takksom fyri, at Rynkeby Føroyar, Jens Jakku/Hin Rusuti og Odd fellow stuðlaðu okkara arbeiði við ávikavíst 150.000 kr, 81,000 kr. og 15.000kr. í 2024.

Innarlig tøkk til allar stuðlar, limir og samstarvspartar
Hjartans tøkk – saman megna vit!

Vit vilja takka starvsfeløgunum í nevndini fyri eitt avbera gott og gevandi samstarv. Saman vilja vit takka limunum fyri dyggan stuðul og MEGD fyri holla ráðgeving, stuðul og sparring eins og øllum privatum fyritøkum, sum hava stuðlað við peningagávu. Kommunum fyri samstarv og stuðul. Serlig tøkk til tey fakfólk, sjálvboðin og politikarar, sum áhaldandi arbeiða fyri ADHD í Føroyum. Øll á Psykiatriska depilinum, barna- og ungdómspsykiatriini og Almannaverkinum, takk fyri sparring og gevandi luttøku á okkara limatiltøkum. Ein serlig tøkk til øll tykkum, sum vísa rúmligheit og taka eina serliga hond um fólk við ADHD, og sum á onkran hátt kasta í arbeiðið fyri, at tað skal verða betri at liva við ADHD í Føroyum.

Á aðalfundinum ynskti øll, sum stóðu til val, at stilla uppaftur. Ein nýggjur tiltakslimur stillaði upp.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis;
Nevndarlimir:

Forkvinna: Bjørg Dam
Næstforkvinna: Poula Patursson
Kassameistari og skrivari: Maiken á Mýrini
Óli Nolsøe í Garðamørk, Pætur Nattestad Petersen, Petra Weihe, Birita Kjærbo.
Tiltakslimir: Eyð-Britt Tjaldrastein og nývald er Nina Brockie Hansen.