23. desember fingu vit í ADHD felagnum skriv frá Heilsumálaráðið um nýggju mannagongdina, tá søkt verður um einstaklingatilskto til viðgerð fyri ADHD.
Nýggj mannagongd tá søkt verður um einstaklingatilskot til viðgerð fyri ADHD.
Fyrr í ár vísti ADHD Felagið á, at tað kann gerast ein tung fíggjarlig byrða hjá fólki, sum fara undir útgreining fyri ADHD, tí tey sjálvi mugu rinda fyri heilivágin fyrstu mánaðirnar. Hetta tí, tað í fleiri førum kann taka upp til seks mánaðir, áðrenn avgerð verður tikin um hvørja viðgerð sjúklingurin skal setast í. Ikki fyrr enn eftir at avgerðin er tikin, verður søkt um einstaklingatilskot til sjúklingin. Vit vilja hervið kunnað um, at hendan avbjóðingin nú verður loyst, eftir at Psykiatriski depilin og Apoteksverkið hava sett nýggja mannagongd í verk. Sambært nýggju mannagongdini verður søkt um einstaklingatilskot beinanvegin, tá ið ein sjúklingur byrjar til útgreiningar. Samstundis hevur Apoteksverkið gjørt viðgerðina av umsóknunum smidligari og tískil skjótari. Framyvir er heldur ikki neyðugt at søkja fleiri ferðir um einstaklingatilskot, um tørvur verður á at skifta til annað slag av ADHD heilivági. Hetta merkir, at sjúklingar ikki longur skulu bíða upp til hálvt ár at fáa játtað tilskot til heilivágin, og á henda hátt verður fíggjarliga trýstið munandi lættari hjá teimum. Sama mannagongd verður sett í verk fyri Barna- og ungdómspsykiatriina.
Tað er okkara vón, at hetta er eitt stig í rættari leið og vilja vit fegin samstarva við ADHD Felagið at fremja fleiri loysnir, ið kunnu lætta um gerandisdagin hjá teimum, ið hava ADHD.