Okkara sjálvhjálparbólkar

Nú eru okkara vælumtóktu sjálvhjálparbólkar lidnir fyri hesuferð. Næstu bólkarnir byrja eftir summar ella tá teir eru fullteknaðir.

Leypandi tilmelding er á tilmelding@adhd.fo

Hvussu ofta eru bólkarnir?

✅Bólkarnir eru 6 – 9 ferðir.

Hvussu nógv eru í hvørjum bólki?

✅Vanliga eru 8 luttarar í bólkinum og max 10.

Hví skal eg luttaka í bólki?

✅Hevur tú staðfest ADHD/ADD hevur tað stóran týdning, at kunna tosa við onnur í somu støðu. Onnur sum skilja, hvussu tú hevur tað. At tosa saman um avbjóðingar, trupulleikar, kenslur og annað, og at kunna deila royndir og fáa hjálp og vegleiðing.

Hvussu melda eg meg til?

✅Tú kanst tekna teg við at skriva til tilmelding@adhd.fo

Hvar halda bólkarnir til?

✅Bólkarnir eru í hølunum hjá ADHD-felagnum í MEGD, Íslandsvegur 10C, Tórshavn.

Hvør leiðir bólkarnar?

✅Bólkarnir eru altíð leiddir av fakfólkum.

Hvat er kostnaður?

✅Kostnaðurin fyri kvinnubólkin og mannfólkabólkin er kr. 300,-

✅Kostnaðurin fyri foreldrabólkin er kr. 200,- per foreldur

✅Børn og ung er ókeypis

Hvønn dag eru bólkarnir?

✅KVINNUR: mánadagar kl. 17:00-19:00

✅FORELDUR: mánadagar kl. 19:30-21:30

✅BØRN: mikudagar kl. 14:30-16:45 (uml. 9-14 ár)

✅UNG: mikudagar kl. 17:00-19:00 (uml. 14-22 ár)

✅MENN: mikudagar kl. 19:00-21:00

Hvar kann eg fáa meira kunning?

✅Um tú hevur spurningar um eitthvørt, kanst skriva til adhd@adhd.fo ella ringja á tlf. 228898.

Hvussu við tagnarskyld?

✅Vit ganga sera høgt upp í, at øll skulu kenna seg trygg og væl, tí kunna vit altíð øllum luttakandi um, hvat tagnarskylda er, hvussu ein heldur hana og hví tagnarskyldan er týdningarmikil.