
Fleiri limir enn vanligt vórðu møtt til framløgu og aðalfund, sum varð hildin á Hotel Hilton 21.februar.
Forkvinnan Bjørg Dam bjóðaði vælkomin og síðani helt Beinta Bak Simonsen, barnafysioterapeutur, framløgu um“ Moyggjabitin og Sjóhesturin” – ein vegur til betri trivna gjøgnum kroppin”. Ein áhugaverd og góð framløga, sum á greiðan hátt greiðir frá neurofysiologiini í heilanum, og týdningin av kropsligari rørslu fyri at stimbra samskiftisstoffini, neurotransmittar, ið senda boð millum ymsu heilafunktiónirnar. Framløgan tekur støði í materialinum hjá Pernille Thomsen.

Felagið arbeiðir áhaldandi við, at vísa á týdningin at arbeiða við øllum kroppinum fyri at tálma ADHD’num.
Eftir steðgin var aðalfundurin, har m.a. forkvinnan legði stóru ársfrágreiðingina fram. Vit eru nú fleiri enn 850 limir og er felagið sera aktivt. Sum nakað nýtt bjóða vit út framløgur og ráðgeving til dagstovnar og frítíðarskúlar. Av øðrum virksemi kann nevnast sjálvhjálparbólkar, ADHDvegleiðing, limakafé, limabræv, hoyringsskriv og ADHDvitan, ið er fyrilestrar við ymsum fakfólkum so sum neurosálarfrøðingi og kostráðgeva grundað á evidensbaseraða vitan, ið kann verða við ein betri gerandisdag.
Í arbeiðsætlanini fyri árið liggur at fáa sjálvhjálparbólkar á TEAMS fyri at røkka fólkum í útjaðaranum ella sum ikki hætta sær í fysiskan bólk, umframt hava fleiri tiltøk kring landið. Vit vilja hjálpa orkutømdum familjum m.a. við at taka samstarv upp við sosialu mynduleikarnar. Vit stríðast fyri at fáa bíðitíðirnar niður til psykiatriina har 1098 fólk standa í løtuni, vit arbeiða fyri betri atkomu til læring og arbeiði. Javnrættur og viðurkenning er tó ovast á listanum, tí uttan missa vit rættindir og grundarlagið fyri at fáa viðgerð og hjálp. At ADHD verður fult viðurkent og javnsett við eitthvørt annað brek er okkara aðalmál.
Vit skula áhaldandi vísa á, at ADHD í flestu førum er viðføtt, og meir og minni kann gera fólk óskúla- og arbeiðsfør, sálarsjúk og í ringasta falli taka lívið. Vit fara at vísa á nýggju føroysku granskingina hjá Tórunn Ósá, ið vísir at Føroyar eru stórur eftirbátur, at fólk gerast sálarsjúk av at bíða ov leingi eftir hjálp. Tíðliga hjálp ger, at ein fær munandi betri lívsgóðsku, mált á lívslongd, heilsu, útbúgving og inntøku.
Eitt mál varð innkomið. Málið snúði seg um, hvørs felagið skal úttala seg ella luttaka í almennum kjaki um ADHD. Hetta var í samband við eitt komandi tiltak, sum hevur fingið nógva umrøðu bæði í útvarpinum og á sosialu miðlunum.
Nógvir limir tóku orðið og vóru kensluliga ávirkaðir, og stóri spurningurin øll sótu við var, “hvat vil hettar tiltakið?”.
Seinastu árini hava fleiri limir upplivað, at ADHD er blivið meira og meira viðurkent. Tað er blivið okay at hava ADHD og at tosa opið um tað.
Tiltakið setir spurnartekin við, um ADHD yvirhøvur er til. Fakfólkini, ið skipa fyri leggja út við orðunum “Einki vísindaligt grundarlag finst fyri nógvum av tí, vit oftast hoyra um ADHD” og hvussu navigera vit í óvissuni kring ADHD-hugtakið?
Fleiri limir hava stríðst í nógv ár at fáa hjálp til sítt barn. Fleiri greiddu frá um keðiligar upplivingar av ymsum starvsfólkum úti í geirunum, sum ikki skilja ADHD. Nøkur hava ringt við at fáa ávísing frá lækna til útgreining. Nøkur blíva møtt av mótvilja í skúlanum. Onnur uppliva at barnaverndin blívur blandað uppí, tí barnið ikki kemur í skúla.
At hoyra fakfólk seta spurnartekin við ADHD í útvarpinum kennist tí óttafult, tí verður tað nú enn verri at fáa hjálp?
ADHD felagið hevur í fleiri ár havt “viðurkenning” sum eitt aðalmál. Seinastu árini er viðurkenningin av ADHD blivin nógv størri! Felagið hevur havt eina kenslu av, at málið er rokkið. Tíverri hevur almenna kjakið, ið hetta komandi tiltakið setti í gongd, víst okkum, at stríðið fyri viðurkenning als ikki er av! Tað kennist sum eitt stórt afturstig.
Eisini kom fram, at tað er óhóskandi at brúka parodi við yvirdrívilsi og groteskum elementum í einari filmslýsing. Vit skilja, at slík framseting kann vera ætlað sum eitt retoriskt amboð, men tað er sera óhóskandi at sálarfrøðingar gera gjøldur við einum breki. Tað hevði verið øðrvísi, um ein við ADHD gjørdi gjøldur við sær sjálvum og á tann hátt ADHD.
Felagið fegnast um øll virðilig tiltøk og kjak, og felagið luttekur fegin til øll siðilig tiltøk. Ein aðaltáttur hjá okkum er at upplýsa og luttaka í almenna kjakinum úr sjónarhorninum sum havandi og avvarandi við ADHD/ADD. Tó kann felagið velja frá at luttaka um tiltøk einans leggja upp til spaðing, ótta og stríð.
Eftir kjakið var nevndarval.

Óli á Garðamørk takkaði fyri seg. Felagið takkar Óla fyri hansara íkast í felagnum hesi árini hann hevur sitið í nevndini. Sonja Jógvansdóttir er nývald nevndarlimur. Barbara Jacobsen
Unn Eldevig Petersen eru nývaldar tiltakslimir
Á fyrsta nevndarfundi mánadagin 23.feb.2026 skipaði nevndin seg soleiðis:
Bjørg Dam, forfólk
Poula Patursson, næst forfólk
Maiken á Mýrini, skrivari
Pætur Nattestad Petersen
Petra Weihe
Birita Kjærbo
Sonja Jógvansdóttir
Tiltakslimir:
Eyð-Britt Tjaldrastein
Nina Brockie Hansen
Barbara Jacobsen
Unn Eldevig Petersen


