Nú nærkast til okkara aðalfund, sum verður leygardagin 21. februar kl. 15:00. Fundurin er í Hólmanum á Hotel Hilton.
Beinta Bak Simonsen, barnafysioterapeutur, kemur at hava spennandi framløgu um“ Moyggjabitin og Sjóhesturin” – ein vegur til betri trivna gjøgnum kroppin”
Tilmelding krevst. Ynskir tú, at luttaka á aðalfundinum so er at senda okkum ein teldupost á adhd@adhd.fo. Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Skrá:
kl. 15:00 Bjørg Dam, forkvinna, bjóðar vælkomin
Kl.15:10 Framløga “ Moyggjabitin og Sjóhesturin – ein vegur til betri trivna gjøgnum kroppin” við Beintu Bak Simonsen barnafysioterapeuti
kl. 15:45 Spurningar og prát
Kl. 16:00 Byrjar formligi aðalfundurin smb. skrá felagsins
Val av orðstýrara
1. Ársfrágreiðing forfólksins
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
3. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
4. Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár
5. Viðgerð av innkomnum málum
6. Val av nevndarlimum
7. Val av grannskoðara
8. Ymiskt
Teir nevndarlimir, sum standa fyri vali hesuferð eru Maiken á Mýrini, Óli í Garðamørk og Birita Kjærbo.
Øll eru vælkomin at stilla upp í nevndina
Kundi tú hugsað tær:
• at vera við til at betra um korini hjá fólki við ADHD/ADD og avvarðandi teirra
• at varpa ljós á ADHD
• at skipa fyri tiltøkum
• at verið ein partur av einari spennandi og gevandi ADHD nevnd
So er at stilla upp í nevndina
Hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi, ert vælkomin at venda tær til okkum á adhd@adhd.fo ella ringja til forkvinnuna á tlf. 211428


