Fleiri av okkara limum hava vent sær til okkum, tí tey eru kedd og ørkymlað av filmslýsingini og útsøgnunum, sum sálarfrøðingarnir Gitte Klein og Súni Poulsen komu við í GMF-sendingini í KVF týsmorgunin 17/2.
Vit í nevndini standa eisini spyrjandi, tí fyrireikararnir siga seg vilja skapa eitt nýtt og virðiligt kjak í Føroyum. Hinvegin tykist formurin, sum er valdur í marknaðarføringini, at leggja upp til nakað heilt annað.
Eitt nú er filmslýsingin gjørd sum ein parodi við yvirdrívilsi og groteskum elementum, har sálarfrøðingarnir sjálvir framføra í eini yvirdrivnari og satiriskari framseting. Vit skilja, at slík framseting kann vera ætlað sum eitt retoriskt amboð, men fyri nógv fólk við ADHD og avvarðandi kennist tað heldur sum ein polariserandi framseting av einum evni, sum nógv stríðast við hvønn dag.
Tá fakligt kjak verður sett í ein satiriskan búna, er vandi fyri, at evnið verður upplivað sum láturligt heldur enn álvarsamt. Tað kann skapa spjaðing, ótryggleika og øsing heldur enn fatan og savning.
Vit skilja og taka í størsta álvara, at nógv fólk við ADHD og avvarðandi kenna seg ótrygg og særd av tí formi og tónalagi, sum er brúkt í marknaðarføringini.
Um endamálið er at skapa eitt virðiligt kjak, hevði verið gott, um fakfólk heldur løgdu dent á royndir, vitan og møguligar loysnir, sum kunnu vera til gagns fyri fólk, ið stríðast, heldur enn at brúka ein form, sum kann misskiljast og virka provokerandi.
Um hugt verður at søguni, so hava einstaklingar og felagsskapir stríðst í nógv ár at fáa viðurkent ADHD-diagnosuna og javnrættindi. Tað er tíbetur broytt, eisini í Føroyum. ADHD-felagið er á jøvnum føti við 23 øðrum feløgum limur í meginfelagnum MEGD, sum arbeiðir fyri áhugamálum teirra, ið bera brek. Við diagnosuni liggja rættindi í heilsuverkinum og aðrastaðni, umframt at ein verður fevndur av lógum, sáttmálum o.ø., eitt nú ST-sáttmálanum um brek.
Tí tykist tað eisini rættiliga mótsigandi at leggja upp til kjak við útgangsstøðinum um tú ert fyri ella ímóti ADHD. Hevði nakar lýst til evnisdag og sett spurningin við “fyri ella ímóti Alzheimers?”, “fyri ella ímóti krabbamein?” ella “fyri ella ímóti gikt?”
Fyri okkara limir er ADHD ikki ein parodi, ein kápa ella nakað, sum fólk lata seg í til stuttleikar. ADHD er ein altjóða viðurkend diagnosa í WHO diagnosumanualinum, sum summi muga liva við, og sum krevur røttu fakligheitina og arbeiðsroyndir við neuropsykiatri, neurosálarfrøði ella líknandi. Tí hevði verið gott, um øll fakfólk viðgjørdu evnið og persónarnar í tí álvara, sum hetta krevur.
ADHD-felagið hevur málrættað varpað ljós á týdningin av tvørfakligari vitan, tí vit vita, at ADHD krevur at arbeiða holistiskt við sær sjálvum. Hetta merkir, at tað er líka týdningarmikið at arbeiða við øllum kroppinum líka frá mati, til venjing, svøvni, sum tað er at læra psykoedukatión, sum í stuttum er, at læra at stýra sínari atferð, heldur enn at instinktiva atferðin stýrir einum. Eisini umhvørvi í stovni, skúla og arbeiðsplássi hevur týdning. Heilivágur er í nógvum førum tó lykilin til, at fólk við ADHD megna at taka ímóti og at gera hetta stóra arbeiði.
Vit fegnast vanliga um øll tiltøk, sum varpa ljós á ADHD, skapa nýggja vitan og seta týdningarmiklar spurningar. Men tað er avgerandi, at hetta verður gjørt á ein hátt, sum savnar heldur enn at skapa ótryggleika ella háðar. Tað kann vera við til at marginalisera og stigmatisera fólk við ADHD uppaftur meir.
ADHD-felagið er boðið við at luttaka á tiltakinum, og vit meta altíð um, hvussu vit best kunnu stuðla okkara limum og arbeiða fyri einum virðiligum og uppbyggjandi orðaskifti.
Tí hevur nevndin avgjørt at leggja málið fram fyri limirnar á aðalfundinum, sum verður á Hotel Hilton komandi leygardag 21. februar kl. 15, so vit í felag kunnu umrøða støðuna og taka støðu til víðari gongd.
Nevndin í ADHD-felagnum


